Fløgan hjá Jóannesi sjáldan at hoyra

Jóannes í Innistovu, ella Silly-Jóannes, sum hann vanliga verður nevndur, var frontfigurur í navnframa tónleikabólkinum, The Silly Boys, ið helt til í dansistovuni í Fuglafirði í 60’unum.

Jóannes í Innistovu, ella Silly-Jóannes, sum hann vanliga verður nevndur, var frontfigurur í navnframa tónleikabólkinum, The Silly Boys, ið helt til í dansistovuni í Fuglafirði í 60’unum.

 

Herfyri gav legendan út fyrstu fløgu sína, ið ber heitið ”Kvinna mín”. Men hóast sølan higartil hevur verið góð, so verða sangirnir á plátuni ikki spældir - hvørki í Kringvarpinum, á Rás2 ella í Lindini.

 

Jóannes, ið er búsitandi í Grindsted í Jútlandi, sigur, at sjálvur lurtar hann ikki eftir føroysku vørpunum frá morgni til myrkurs, men hann hevur frætt frá fólki, sum hava keypt plátuna, at tey ongantíð enn hava hoyrt hana verða spælda í føroysku vørpunum.

 

Elis Poulsen, Kringvarp Føroya, sigur, at hann hevur ikki ánilsi av, at Jóannes í Innistovu er fløguaktuellur. Hann hevur hvørki hoyrt ella lisið um hetta, so hann metir, at Jóannes eftir øllum at døma gongur ov stillisliga um hurðarnar:

 

”Promtion er lyklaorðið um so er, at tú ynskir av verða spældur í føroysku vørpunum í dag. Tann tíðin er farin, har tú kundi lata eitt eintak av eini fløgu til onkran í Útvarpinum, og so verða spældur frá morgni til myrkurs. Allir miðlarnir mugu fáa eitt tíðindaskriv um útgávuna, og samrøður við meira krevst fyri at verða spældur í Kringvarpinum, Rás2 ella Lindini nú á døgum. Soleiðis eru treytirnar”, sigur Elis í stuttari viðmerking.