Flogbóltsgalla
Leygarkvøldið verður tað, at endaligt punktum verður sett fyri flogbóltinum fyri nú lidna kappingarárið. Seinasta kappingin var sum vant tann á Giljanesi, og nú er so stundin komin, har leikararnir fara at hittast undir meira óformligum umstøðum.
Eins og í fjør, so verður gallaveitslan hildin á Hotel Føroyum, og tað er einki at ivast í, at ein rúgvu av teimum leikarum, sum í ár hava sett sín dám á kappingina, fara at taka lut í kvøldinum, sum vanliga plagar at vera eitt hóskandi punktum fyri øllum. Gjøgnum mongu dystirnar hava leikararnir sjálvandi lært hvønn annan at kenna, men tá hetta verður gjørt í slíkum høpi, er talan tó um heilt aðra samveru. Taptir og vunnir dystir verða heilt víst millum evnini, sum prátað verður um, men hartil verða stundirnar eisini til so mangt annað enn tað, sum bara fyriferst á vøllinum.
Ársins bestu
Eitt er tó, sum hevur við spælið á vøllinum at gera. Høddarpunktið á slíkum gallakvøldum er sjálvandi, tá bestu leikararnir á árinum skulu kjósast, og soleiðis verður eisini í ár. Atkvøðugreiðslan í ár hevur tó verið nakað øðrvísi, tí útlendsku leikararnir eru bólkaðir fyri seg.
Rasisma hevur verið nevnt um hetta aðra staðni, men frá flogbóltssambandinum verður ført fram, at talan sum so bert er um at seta meira fokus á heimligu leikararnar, tí hesi annars ofta hava lyndi til at drukna í prátinum um dugnaligu útlendsku leikararnar, sum sjálvsagt eisini seta sín dám á kappingarárið.
Heilt við sviðið soð verða útlendingarnir tó ikki. Besti útlendski leikarin skal eisini kjósast, umframt at hópur av øðrum stjørnum eisini skulu finnast. Spenningurin er oftast stórstur um, hvør verður ársins leikari og ikki minst ársins stjørnuskot, men hartil er so eisini talan um onnur, sum fáa eitt herðaklapp. Ársins álopsleikari, blokkleikari, hevari, verjuleikari og sjálvandi venjari skulu finnast, og tað er longu nú greitt, hvørji tey eru, sum fyrst og fremst dystast um heiðrarnar.
Eins og við Oscar-handanunum, so er nevnliga listi við nomineraðum leikarum settur upp fyri hvønn bólkin. Hesir listar framganga aðra staðni á síðuni, og fara vit sum so ikki at gera meira við hetta, fyrr enn í týsdagsblaðnum, tá úrslitið av hesum fyriliggur.
Tær bestu
Kandidatar-kvinnur
Ársins áleypari
Anna M. JacobsenMjølnir
Gudrid NolsøTB
Herborg á MýruniDráttur
Margit JoensenMjølnir
Rannvá DamKÍF
Soley PhilbrowÍF
Tina JacobsenMjølnir
Ársins blokkleikari
Annika RasmussenÍF
Ingun MidjordTB
Lena BuðMjølnir
Miriam WeiheDráttur
Sóley PhilbrowÍF
Svanna NielsenTB
Tina JacobsenMjølnir
Ársins verjuleikari
Gudrid NolsøTB
Harriet HammerTB
Kristina Fleyr
Margi JoensenMjølnir
Miriam WeiheDráttur
Rannvá DamKÍF
Rønn EliassenÍF
Vera LarsenMjølnir
Ársins hevari
Angili JohannsenKÍF
Marjun KalsøMjølnir
Randi LarsenÍF
Torgunn JónsdóttirDráttur
Ársins stjørnuskot
Birita JoensenKÍF
Birita JoensenKÍF
Durita LjóssteinMjølnir
Guðrun DimonTB
Heidi DamKÍF
Herbjørg JøkladalÍF
Hildigarð JacobsenKÍF
Ingun MidjordTB
Lena í BuðMjølnir
Maiken SigmundsdóttirKÍF
Rannvá DamKÍF
Ársins leikari
Gudrid NolsøeTB
Elisabeth RasmussenDráttur
Heidi DamKÍF
Ingun MidjordTB
Margit JoensenMjølnir
Marjun KalsøMjølnir
Miriam WeiheDráttur
Randi LarsenÍF
Sóley PhilbrowÍF
Svanna NielsenTB
Tina JacobsenMjølnir
Ársins útlendingur
Marija NinkovÍF
Marina PopovicTB
Mirella SantiagoDráttur
Nikolna AlterÍF
Zacharina FilipovaMjølnir
Ársins venjari
Boban IlicÍF
Gencho GenchevMjølnir
Gudrid NolsøTB
Kristian MikkelsenKÍF
Niclas JoensenDráttur
Teir bestu
Kandidatar-kvinnur
Ársins áleypari
Rúni WeiheÍF
Bartal EliasenÍF
Ragnar PetersenFram
Trygvi H. PoulsenMjølnir
Ársins blokkleikari
Heiðrikkur BergssonFram
Jan Áki OlsenÍF
Kenneth NeshamarÍF
Ragnar PetersenFram
Suni HansenSÍ
Suni PetersenFram
Trygvi H. PoulsenMjølnir
Ársins verjuleikari
Bartal EliasenÍF
Eirikur ThomassenFleyr
Finnur JustinussenFram
Joen Petur á StongumSÍ
Rúni WeiheÍF
Trygvi H. PoulsenMjølnir
Ársins hevari
Kaj á StongumSÍ
Odd EiliassenÍF
Bogi IsaksenMjølnir
Ársins stjørnuskot
Andrass JógvanssonFleyr
Eirikur ThomassenFleyr
Hans Fróði JensenSÍ
Hanus ElisassenÍF
Høgni ViderøFram
Ian DamFleyr
Jóan P. á StongumSÍ
Kaj á StongumSÍ
Leif á StongumMjølnir
Ólavur JensenSÍ
Tom VintherFleyr
Ársins leikari
Bartal EliassenÍF
Joen Petur á StongurmSÍ
Odd EliassenÍF
Rúni WeiheÍF
Suni HansenSÍ
Trygvi PoulsenMjølnir
Ársins útlendingur
Boban IlicÍF
Borco IlicSÍ
Gencho GenchevMjølnir
Reiko PetrovicSÍ
Romica ØsterFram
Stan HristovMjølnir
Ársins venjari
Boban IlicÍF
Borco IlicSí
Claudio Pitigoi Fleyr
Gencho GenchevMjølnir
Reiko PetrovicSÍ
Romica ØsterFram