Flogbóltur: Fýra útisigrar

Einki veruliga óvæntað úrslit var í Eik-liguni hjá kvinnum í dag, men tó var tað kanska eitt sindur óvæntað, at TB skuldi hava so striltið við at syfta botnliðnum, KÍF ? eisini, hóast TB ikki spældi við sterkastu uppstilling allan dystin.

 

Oddaliðið, SÍ, vann ein tryggan útisigur á ÍF, sum ongantíð megnaði at hótta. Dráttur vann fyri triðju ferð á rað á Fleyr, ið tykist vera fullkomuliga uppsteðgað og nú ikki longur kann roknast millum finalukandidatarnar.

 

Hjá monnunum fylgdi ÍF í løtum hampuliga væl við SÍ, men tað var kortini ikki nóg mikið til at hótta sørvingar, ið eru væl á veg ímóti finaluni, ið óivað verður ímóti Mjølnir.

 

Eik-ligan, kvinnur

ÍF-SÍ 0-3 (7-25, 13-25, 17-25)

KÍF-TB 0-3 (7-25, 23-25, 20-25)

Fleyr-Dráttur 1-3 (18-25, 25-18, 23-25, 11-25)

Støðan: Mjølnir 15, SÍ 14, Fleyr 8, ÍF 0

 

Eik-ligan, menn

ÍF-SÍ 0-3 (17-25, 20-25, 23-25)

Støðan: SÍ 15, TB 11, Mjølnir 10, Dráttur 9, Fleyr 7, ÍF 2, KÍF 0