Flogbólturin blómar í Sørvági

Útlendingarnir, Borko Ilic og Rajko Petrovic, hava rættiliga sett síni spor í Sørvági

Hóast føroyameistaraheitið í meistaradeildini glapp SÍ av hondum sunnudagin, so kunnu sørvingar ikki annað enn fegnast um úrslitini hjá felagnum í vetur. Allar FM- kappingarnar eru ikki avgreiddar enn, men longu er greitt, at felagið úr Sørvági vinnur trý meistaraheiti.

Talan er um dreingir og gentur 16 og 1.deild kvinnur. Umframt hesi liðini, so er framvegis møguleiki at vinna fleiri meistaraheiti. Flaggskipið hjá felagnum, meistaradeildin hjá monnum, hevur eisini staðið seg væl í ár.

Nýkosnu greipuvinnararnir úr Fuglafirði vunnu við bit og slit steypafinaluna, eftir ein spennandi fimm-settara. Í landskappingini gjørdust sørvingar eisini ov stuttir, men framvegis eru silvurkrónurnar at kappast um.

Saðlaðu um
Tað má sigast at vera eitt frálíkt úrslit hjá eini bygd sum Sørvági at hava so góð úrslit at vísa á. Formaðurin í SÍ, Jákup á Stongum, sigur, at góðu úrslitini í ár skulu síggjast yvir arbeiði í fleiri ár.

-Vit høvdu flogbólt, hondbólt og badminton sum vetrar ítróttargreinir til miðskeiðis í 90 árunum, men tá valdu vit í felagnum at satsa uppá eina vetrargrein, og tað gjørdist flogbólturin, greiðir Jákup á Stongum frá.

Felagið legði seg eftir at fáa tilkomnar venjarar til hvønn árgang, so ungdómsarbeiðið varð betri skipað. Í dag spæla børn í Sørvági flogbólt niður í annan flokk, og fleiri og fleiri børn velja at spæla flogbólt. Í Sørvági er ikki so nógv hjá børnum at fara til, og tí hevur flogbólturin líka stórt sosialt virði sum ítróttarligt virði hjá teimum yngstu, fortelur Jákup á Stongum.

Dyk á í fjør
SÍ hevur seinastu árini verið í meistaradeildini, men ikki fyrr enn í fjør komu rættiligt dyk á.

? Tað gekk ongan veg hjá okkum í meistaradeildini fyrstu árini, og okkurt árið endaðu vit niðastir. Vit høvdu ungar og evnaríkar leikarar, men liðnum vantaði leikarar við royndum. Vit kannaðu møguleikan at fáa onkrar útlendskar leikarar til Sørvágs, og síðan Borko og Rajko komu vestur, hava vit fingið eitt lið, ið kann gera seg galdandi millum tey bestu, sigur formaðurin.

Borko Ilic hevur seinastu tvey árini staðið á odda fyri liðnum í meistaradeildini. Hann kom úr Klaksvík, har hann vandi Mjølnir. Við Borko sum venjara, fekk SÍ sítt besta úrslit í fjør, tá felagið vann steypakappingina.

SÍ vann seg upp í meistaradeildina í 1998, og felagið hevur verið í meistaradeildini síðan. Sørvingar høvdu ein frágera góðan árgang í dreingum føddir í 1979-80, og hesir vóru bulurin á liðnum, sum vann seg upp í meistaradeildini. Millum hesar kunnu nevnast, Jón Nielsen, Jón Falkvard, Kaj á Stongum, Rúni Nielsen og Jógvan Niclasen.

Hóast leikararnir á SÍ-liðnum framvegis mugu roknast sum ungir, so hevur liðið í dag eina góða samantvinning av yngri og eldri leikararum. Undir leiðsluni hjá Borko Ilic, hevur tað eydnast sørvingum at byggja eitt lið upp, sum rættiliga ger seg galdandi í fremstu røð.

Kvinnurnar eisini við
Seinnu árini er kvinnuflogbólturin komin rættiliga væl við í Sørvági. SÍ hevur vunnið føroyameistaraheitið hjá bæði gentum 16 og 1.deild kvinnum í ár.

Seinni í ár skal 1.kvinnulið hjá SÍ leika uppflytingardyst ímóti niðasta liðnum í meistaradeildini, og spennandi verður, um felagið hevur umboðan í meistaradeildini bæði hjá kvinnum og monnum komandi ár.

Jugoslaviski leikarin í SÍ, Rajko Petrovic, tekur sær av venjingini hjá kvinnuliðunum, og sambært Jákupi á Stongum, eigur hann stóran heiður í góðu úrslitunum í vetur.

? Rajko er rættiliga dugnaligur venjari, og hann hevur lagt nógv fyri við venjingini seinastu tvey árini, og tað hevur sanniliga givið úrslit, sigur formaðurin.

Seta møguliga ungdómsvenjara
Leiðslan í SÍ hugsar í løtuni um møguleikan at seta ein ungdómsvenjara í fulltíðarstarv fyri komandi vetur.

? Vit hugsa í løtuni um møguleikan, tí vit ivast ikki í, at ein slík íløga hevði kastað nógv av sær, greiðir Jákup á Stongum frá.

Enn er ógreitt, um Borko og Rajko verða í Sørvági komandi ár, men formaðurin vónar, at teir halda fram, tí teir hava rættiliga sett ferð á felagið, síðan teir komu vestur fyri tveimum árum síðani

Mynd: SÍ
SÍ hevur havt eitt gott kappingarár í ár. Higartil eru trý føroyameistaraheiti komin í hús. Sunnudagin vóru føroyameistararnir í gentum 16, dreingum 16 og 1.deild kvinnum avmyndaðir.