Flogbóltslandsdystir um vikuskiftið

Um vikuskifti spæla føroysku A-landsliðini í flogbólti 6 dystir. Mennirnir tríggjar í Føroyum og kvinnurnar tríggjar í Íslandi. Talan er um fyrireiking til Silver League kappingina sum stendur fyri durum.

Flogbóltssamband Føroya og Íslendska flogbóltssambandi - BLÍ - hava gjørt eina samstarvsavtalu, soleiðis at londini hjálp hvørjum øðrum við fyrireikingunum til Europa League kappingarnar komandi árini. Í hesum sambandi kemur íslendska landsliði hjá monnum til Føroyar í morgin - fríggjadagin - at spæla tríggjar dystir ímóti føroyska mannslandsliðnum. Samstundis fer føroyska kvinnulandsliði til Íslands at spæla tríggjar dystir ímóti Íslandi.

 

 

 

Dystirnir hjá føroyska landsliðnum hjá monnum verða soleiðis:

 

 

 

Fríggjadagin 10. mai kl. 19.00 í Kollafirði

 

Leygardagin 11. mai kl. 15.00 á Sandi

 

Sunnudagin 12. mai kl. 13.00 í Klaksvík

 

 

 

Venjarin hjá monnum, Boban Ilic, hevur ein 16 mans hóp kláran til dystirnar ímóti Íslandi og skal hesin avmarkast til 12 mans áðrenn farið verður undir veruligu Europa League kappingina, har Føroya luttaka í Silver League.

 

 

 

Venjarin hjá kvinnunum, Christian Imhoff, hevur somuleiðis ein nakað størri hóp enn vanligt við sær til Íslands. Hesin hópurin verður so í næstu viku avmarkaður til teir 12 leikararnar, sum fer at umboða Føroyar í Silver League dystunum.

 

 

 

Sjálv Silver League kappingin byrjar næsta vikuskifti.

 

 

 

Føroysku kvinnurnar spæla tveir dystir í Montenegro, síðani tveir dystir í Luksembourg og enda heima í Føroyum við tveimum dystrum.

 

 

 

Føroysku mennirnri spæla fyrst tveir dystir í Íslandi. Síðani verða tveir dystir spældir í Føroyum og síðstu dystirnir veðra í Eysturríki.

 

 

 

Spælt verður soleiðsi:

 

 

 

Kvinnurnar:

 

 

 

Í Podgorica í Montenegro:

 

 

 

17. mai: Montenegro - Føroyar

 

18. mei: Føroyar - Georgia

 

 

 

Í Luksembourg:

 

 

 

24. mai: Luksembourg - Føroyar

 

25. mai: Føroyar - Ungarn

 

 

 

Í høllini á Hálsi í Havn:

 

 

 

7. juni: Føroyar - Finnland

 

9. juni: Føroyar - Bosnia og Hersegovina

 

 

 

Mennirnir:

 

 

 

Í Kópavági í Íslandi:

 

 

 

17. mai: Ísland - Føroyar

 

18. mai: Føroyar - Ísrael

 

 

 

Í høllini á Hálsi í Havn:

 

 

 

24. mai: Føroyar - Ísland

 

26. mai: Føroyar - Eysturríki

 

 

 

Í Amstetten í Eysturríki:

 

 

 

7. juni: Eysturríki - Føroyar

 

8. juni: Ísrael - Føroyar