Millumlendi tí ferðafólk beit ein av manningini

Eitt flogfar hjá Qantas í Avstralia, sum var á veg til USA, noyddist at millumlenda, tí eitt ferðafólk beit ein av manningini

- Trygdin hjá okkara ferðafólkum hevur hægstu raðfesting, og tað er null-toluransa fyri hóttandi atferð í flogførum hjá okkum.

 

Tað sigur eitt talsfólk fyri Qantas-flogfelagið í Avstralia sambært AFP-tíðindastovuni.

 

Tað var á einari flogferð úr Avstralia til USA fríggjadagin, at neyðugt gjørdist at broyta flogferðina, soleiðis at flogfarið millumlendi í Fransk Polynesia.

 

Orsøkin var, at eitt ferðafólk - ein maður - gjørdist ómøguligur á ferðini og at enda beit ein av manningini.

 

Onnur, sum vóru í flogfarinum, fingu eftirlit við manninum, og tá flogfarið lendi í Papeete í Fransk Polynesia, stóðu myndugleikarnir fyri manninum.

 

Eftir hendingina hevur maðurin fingið flogbann hjá Qantas.

 

Eitt talsfólk hjá flogfelagnum sigur við AFP-tíðindastovuna, at trygdin hjá ferðafólkunum hevur hægstu raðfesting.

 

- Tað er null-toluransa fyri hóttandi atferð í flogførum hjá okkum, leggur talsfólkið aftrat.

 

##med2##

 

Flogfarið hjá Qantas var á veg úr Melbourn í Avstralia til Dallas í Texas, tá tað noyddist at millumlenda við manninum, sum ikki dugdi at uppføra seg seg millum onnur.

 

Her í Kyrrahavinum liggur Fransk Polynesia