Ukraina leyp á oljureinsiverk á Moskva-leiðini

Borgarstjórin í Moskva skrivar á Telegram, at trý fólk eru deyð, og tólv eru særd í einum ukrainskum álopi

Tað eru fýra ár og tríggir mánaðir, síðan Russland leyp á grannalandið, Ukraina

Ein kvinna og tveir menn eru dripin í einum ukrainskum dronuálopi kring russiska høvuðsstaðin í nátt.

 

Tað sigur guvernørurin í økinum, Andrej Vorobjov, á Telegram.

 

Aftrat teimum deyðu, lótu 12 onnur lív í einum álopi á eitt russiskt oljureinsiverk í Moskva.

 

Guvernørurin lýsir ukrainska álopið á Moskva-regiónina sum umfatandi.

 

- Ein kvinna læt lív, tá ein drona rakti ein pivatbústað, skrivar Andrej Vorobjov á Telegram.

 

Hann leggur aftrat, at tveir menn eisini lótu lív í ukrainska álopinum í nátt.

 

Borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, skrivar á Telegram, at tólv fólk eru særd í álopi á eitt oljureinsiverk í Moskva.

 

Hann sigur, at tveir bygningar fingu skaðar, men at "tøknin" á oljureinsiverkinum ikki fekk skaðar, og virksemið er ikki steðgað.

 

Sergej Sobjanin sigur, at ein røð av ukrainskum dronum, sum vóru á veg móti russiska høvuðsstaðnum í nátt, vórðu skotnar niður. 

 

- Seinasta samdøgrið er fleiri enn 120 dronur skotnar niður, skrivar borgarstjórin í Moskva á Telegram.

 

 

 

Tað eru fýra ár og tríggir mánaðir, síðan Russland leyp á grannalandið, Ukraina