Sambært amerikansku vaktartænastuni hevði kavbáturin Titan, sum er horvin á leiðini í ein landsynning úr Ný Foundlandi, ilt eftir til umleið 30 tímar tíðliga í morgun, okkara tíð.
Í nátt hava fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú CNN og Rolling Stones, skrivað, at bjargingarfólk hava staðfest ljóð, ið tey lýsa sum "banki-ljóð", í leitingarøkinum týsdagin.
Amerikanska vaktartænastan váttar, at eitt kanadiskt flogfar hoyrdi ljóð í sjónum í leitingarøkinum, og at vaktartænastan síðan leitaði í økinum, haðani ljóðini hoyrdust.
- Hesar royndirnar góvu einki úrslit, men tær halda fram, skrivar vaktartænastan á Tvitter.
Tíðindastovan CNN vísir eisini til eitt innanhýsis notat hjá amerikansku myndugleikunum, har tað stendur, at ljóðini hoyrdust við einum millumbili á 30 minuttir - í einum tíðarbili á meira enn fýra tímar.
Sambært Rolling Stones er talan um eitt kanadiskt flogfar, sum staðfesti ljóðini.
Útlendsku miðlarnir leggja aftrat, at tað er ikki staðfest, hvørji ljóð talan var um - ella, um tey yvirhøvur høvdu nakað við horvnað kavbátin Titan at gera.