Flogfar við varaforsetanum í Malawi umborð er horvið

Eitt flogfar við varaforsetanum í Malawi skuldi lenda í Mzuzu í morgun, men er horvið av radaranum.

Malawiski forsetin, Lazarus Chakwera, hevur sett í verk eitt leitingar- og bjargingarátak, eftir at flogfari við landsins varaforseta er horvið av radaranum.  (Arkivfoto). - Foto: Amos Gumulira/Ritzau Scanpix

Eitt flogfar við varaforsetanum í Malawi, Saulos Chilima, og níggju øðrum umborð er horvið.

Tað skrivar bretska BBC frá forsetaskrivstovuni í malawi.

Flogfarið, sum er frá verjuni hjá Malawi, »hvarv av radaranum«, eftir at tað fleyg fleyg úr malawiska høvuðsstaðnum, Lilongwe, í morgun, verður sagt.

Forsetin í Malawi, Lazarus chakwera, hevur sett í verk eitt leingar- og bjargingarátak, eftir at tað ikki hevur eydnast at fáa samband við flogfarið.

– Allar royndir hjá loftferðslumyndugleiknum at fáa samband við flogfarið, síðani tað hvarv av radaranum, eru higartil miseydnaðar, verður sagt sambært tíðindastovuni AFP.

Flogfarið skuldi eftir ætlan verið lent í Mzuzu International Airport í norðara parti av Malawi klokkan 10 lokala tíð.

Forsetin ehvur avlýst eina ætlaða flogferð til Bahamas, eftir at hann fekk boðini um støðuna við varaforsetanum, skrivar BBC.

Í 2022 misti Chilima sambært AFP sítt politiska vald, eftir at hann varð handtikin og ákærdur fyri svik í sambandi við eina gølu, har ein bretskt-malawiskur handilsmaður var uppií.

Í mai slepti ein malaviskur dómstólur ákærunum eftir fleiri rættarfundir í málinum.

/ritzau/

 

Malawiski forsetin, Lazarus Chakwera, hevur sett í verk eitt leitingar- og bjargingarátak, eftir at flogfari við landsins varaforseta er horvið av radaranum.  (Arkivfoto). - Foto: Amos Gumulira/Ritzau Scanpix