Eftir onkur ikki so sannførandi avrik, ið fyrr í summar bóru tap við sær, varð ivi sáddur, og tað varð spurt, um FC Suðuroy fór at megna uppflytingina, sum fyrr í ár næstan sá út til at vera avgreiðsluspurningur.
Enn er tað ikki staðfest, at FC Suðuroy, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini, í 2027 aftur verður partur av bestu deildini. Men tað gongur av álvara tann vegin. Í dag vann FC Suðuroy 4-0 á heimavølli ímóti NSÍ. Síðsta leygardag vann FC Suðuroy 6-1 á hemavølli ímóti EB/Streymi, og 10 mál í tveimum heimadystum boða frá, at liðið er málsøkið.
FC Suðuroy hevur 41 stig, nú tað resta sjey umfør. Tað eru 11 stig aftur til fuglfirðingar, ið eru teir einastu, ið hava møguleika at taka uppflytingarplássið, og í FC Suðuroy vóna teir, at spurningurin um uppflyting verður avgreiddur, áðrenn ÍF í 27. og síðsta umfari fær vitjan av FC Suðuroy.
NSÍ hevur 22 stig, og hjá teimum gulu og svørtu er fokus fyrst og fremst á at sleppa undan at flyta niður. Tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík, ið er undir strikuni.
Einasta málið í fyrra hálvleiki á Vágseiði í dag var, tá ið gestirnir vóru óhepnir at gera sjálvmál, tá ið ein hálvur tími var farin. Sum fyrri hálvleikur leið, vóru tað nógvar atsóknir ímóti NSÍ málinum, uttan at tað eydnaðist at økja um heimaleiðsluna.
Eftir steðgin var Salmundur Bech av álvara dagsins maður, tá ið hann skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál. Tríggir minuttir eftir steðgin økti hann um leiðsluna til 2-0 eftir upplegg úr høgru frá Eyðtór Bech, og ein minutt seinni átti Salmundur Bech uppleggið, tá ið Mattias Dal Djurhuus skoraði til 3-0.
Og so var tað, at Salmundur Bech 18 minuttir undan leikloki staðfesti trivaliga 4-0 heimasigurin.
Um eina viku fer FC Suðuroy at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík, og NSÍ fer aftur næsta leygardag um Suðuroyarfjørð, tá ið dagsskráin verður dystur í Trongisvági ímóti TB.











