Líkindini vóru fín í Sarpugerði í kvøld, tá ið hol varð sett á 20. umfar í Meistaradeildini. Tað vóru góðar støður og onkur góður møguleiki, men tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð vísti máltalvan framvegis 0-0 millum Víking og B36. Hetta var sama úrslit, sum tá ið liðini í øðrum umfari, sum var 13. mars, spældu á sama vølli. Tá ið liðini hittust í Gundadali 4. juli í 16. umfari, sum var tað síðsta undan summarsteðginum, vann Víkingur 2-0.
Í fyrra hálvleiki var Víkingur væl meiri á bóltinum og meiri í álopsstøðu, og tá vóru fleiri spentar støður í B36 brotsteiginum, men miðverjan við Mattias Weihe Joensen og Heina Vatnsdal blokeraði fleiri ferðir, og einaferð bjargaði Heini Vatnsdal á málstrikuni.
Eftir steðgin var B36 betri við í spælinum, og tá vóru onkrar heilt góðar støður í brotsteiginum hjá Víkingi. Tann størsta møguleikan hevði álopsspælarin William Rygaard eftir innlegg úr høgru frá Bergi J. Poulsen, sum í kvøld var vongverji í høgru, og Hannes Agnarsson var vongverji í vinstru. William Rygaard var í góðari støðu við handara stólpa, men við høvdinum stýrdi hann bóltin framvið handara stólpa.
Í kvøld var Aron Benjaminsen leikbannaður, og tað sást aftur í tyngdini og broddinum í álopsspælinum, sum ikki var, sum tað plagar at vera, tá ið Aron Benjaminsen bjóðar av.
Víkingarnir royndu seg við uppspæli í borðunum við tí ætlan, at vongverjarnir Jósef Ólavsson Gleðisheygg og Ingi Jonhardsson skuldu leggja innfyri. Vandamiklastu støðurnar vóru, tá ið bólttryggi miðvallarin Arnór Brandsson eitt sindur í vinstru neyvt legði bóltin fram millum vongverjan og miðverjan. Fleiri ferðir rann Ingi Jonhardsson seg leysan, men undir málinum eydnaðist tað ikki eftir flatt innlegg at stýra bóltin í málið. Fram ímóti dystarloki tók Ingi søkina í egnar hendur, og tá eydnaðist honum at fáa bóltin framvið Silasi Eyðsteinsson í B36 málinum, men bólturin brast í stólpan og fór so av vøllinum.
Bogi Reinert-Petersen, sum síðstu tíðina ofta hevur verið miðverji, var í kvøld sentralur miðvallari hjá B36. Fram ímóti dystarenda sá hann gula kortið fyri aðru ferð, og so var árstalsfelagið undirmannað síðstu minuttirnar. Útvísingin skapti øsing við sær á B36 beinkinum, og so sá ein av hjálparmonnunum reytt.
Hjá Víkingi var Aron Jarnskor Ellingsgaard ikki við, tí hann var sjúkur. Miðvøllurin var mannaður við sera evnarík 16 ára gamla Rósing Sverrason Toyt, sum fyri fyrstu ferð var á besta liðnum og 19 ára gamla Arnór Brandsson saman við Sølva Vatnhamar, ið er eldri enn hinir báðir - tilsaman.
B36 er í kvøld á triðja plássi við 34 stigum, og Víkingur er á fimta plássi við 33 stigum.
Næsti dystur hjá Víkingi verður fríggjakvøldið um eina viku, tá ið HB verður gestur í Sarpugerði.
Næsti dystur hjá B36 verður annan sunnudag, tá ið B68 verður gestur í Gundadali.











