Ódnin "Melissa" er nú á veg móti Kuba

Hetta er harðasta ódn, sum hevur rakt Jamaika, síðan veðurmátingarnar á oynni byrjaðu fyri 174 árum síðan

Í kvøld rakti herviliga melduródnin "Melissa" Jamaika við ógvusligum regni, floymi og ódnarstormi upp í 83 metrar um sekundið.

 

Hetta er harðasta ódnin, sum hevur rakt Jamaika, síðan veðurmátingarnar á oynni byrjaðu fyri 174 árum síðan.

 

Sambært Reyða Krossi rakar ódnin á ein ella annan hátt 1,5 milliónir íbúgvar. Tað er meira enn helmingurin av fólkatalinum á oynni, sum er 2,8 milliónir.

 

NRK veit í kvøld at siga, at stormmiðdepilin nú er farin fram við Jamaika og hevur kós móti Kuba, har ódnin helst rakar fyrrapartin í morgin.

"Melissa" telist millum harðastu ódnir, sum nakrantíð er skrásett í Atlantarhavinum.

 

Hvussu stórir samlaðu skaðarnir eru, sum melduródnin hevur elvt til, er í løtuni ógreitt, men stúrt verður fyri, at skaðarnir eru nógvir.