Í kvøld spældi liðið hjá David Geza Turi áttandapartsfinalu í EFL steypakappingini, eisini kend sum sum Liga Cup.
Á vitjan á Blundell Park leikvøllinum var Premier League liðið, Brentford.
Grimsby, ið spælir í fjórðbestu deildini mátti leggja rygg til eitt 0-5 tap. Í steðginum var Brentford á odda 3-0.
Tá Geza kom á vøllin í 58. minutti var støðan 4-0. Men Geza fekk upplivingini at spæla móti einum Premier League liði.
Leygardagin klokkan 15 skal Grimsby royna seg í heimsins elstu steypakapping, FA Cup. Tá kemur Ebbfleet úr sættubestu deildina á vitjan á Blundell Park.











