Sum samskiftisráðgevararnir vístu á í blaðnum í gjár, má roknast við alnetinum sum einum týdningarmiklum tóli í komandi valstríði. Tí hevur Sosialurin roynt at lodda dýpið hjá føroysku politisku flokkunum, hvussu teir meta um hendan týdning, og hvussu teir brynja seg til hesa nýggju avbjóðingina.
Per Højgaard og Kári Durhuus vístu á, at Fólkaflokkurin er einasti flokkur, sum veruliga hevur roynt seg á økinum, sum kann nevnast netvarping, tað vil siga varping av myndum og ljóði á alnetinum
Regin W. Dalsgaard, skrivari hjá Fólkaflokkinum sigur, at hetta avgjørt er ein møguleiki, ið teir eru varir við, og teir hava í eina tíð gjørt royndir við júst myndum og ljóði á netinum.
- Tað er einki at ivast í, at hetta verður nakað, sum kemur at fylla nógv í valstríðnum. Hetta er ein góður og bíligur máti at fáa boðskapin út, so hetta er nakað, vit fara at raðfesta høgt, sigur Regin W. Dalsgaard.
Hann ásannar, eins og Per og Kári vísa á, at hetta gevur nýggjar møguleikar til serliga ungu valevnini, sum annars ikki standa ovarliga í hierarki’num, og til at fáa fatur á ungu veljarunum, sum skulu velja fyri fyrstu ferð.
Somu áskoðanir og ætlanir hevur Tjóðveldisflokkurin eisini, sambært skrivaranum, Áka Andreasen.
- Vit arbeiða við hesum í løtuni, og eg rokni avgjørt við, at vit verða klár við einum nýggjum konsepti til valstríðið. Í løtuni kanna vit, um vit skulu útbyggja verandi heimasíðu, ella vit skulu hava eina heilt nýggja. Undir øllum umstøðum verða vit klár til valstríðið, sigur Áki Andreasen, sum víðari sigur, at nýggja heimasíðan sjálvandi verður før fyri netvarping eisini.
Áki fegnast annars um, at Fòlkaflokkurin longu hevur gjørt royndir á hesum økinum, tí tað er nakað, teir eisini kunnu fáa nyttu av.
Framtíðin
Sambandsflokkurin arbeiðir somuleiðis við at menna alnetspartin hjá flokkinum. Eisini teir rokna við at verða kláir, at taka valstríðið upp á alnetinum.
Helgi Abrahamsen, skrivari hjá Sambandsflokkinum, er púra samdur við samskiftisráðgevunum í teirra meting av møguleikunum, sum alnetið gevur.
- Tað er eingin loyna, at tað hevur verið ein trupulleiki at velja valevni út til sendingar og valfundir. Á alnetinum fáa øll sama møguleika, og øll fáa sín boðskap út óredigeraðan og ósensureraðan, sigur Helgi Abrahamsen.
Somuleiðis hevur Javnaðarflokkurin ásannað, at alnetið hevur stóran og alsamt vaksandi týdning fyri flokkin.
Tað er einki at skava út yvir, at heimasíðan hjá Javnaðarflokkinum hevur staðið í stað í fleiri ár, og vit hava arbeitt við hesum málinum í longri tíð. Nú er so ein nýggj og nútímans heimsíða um at fara av bakkastokki, sigur Bergur Dam, næstformaður í starvsnevndini hjá Javnaðarflokkinum.
Talan verður um eina heimasíðu, sum gevur møguleika fyri at samskifta við limirnar interaktivt, og verður ein týðandi liður í limarøktini.
Í Miðflokkinum hava tey eisini tosað um alnetið og tann týdning hetta hevur yvirhøvur. Serliga tey ungu í Miðflokkinum eru áhugað í alnetinum sum nýggjum miðli.
- Vit hava tosað um hetta í nevndini, og fara at taka tað upp aftur á næsta nevndarfundi. Spurningurin er bara, um vit eru komin nóg langt á hesum øki, tí ein kanning fyri umleið einum ári síðani í Noregi vísti, at bert 20% fingu síni tíðindi á alnetinum, sigur Jenis av Rana.
Hann undirmetir kortini ikki tann týdning, sum alnetið hevur, serliga fyri tey ungu, men hann heldur, at tað enn eru lutfalsliga fá, sum nýta hetta sum miðil.
- Vit eru annars í holt við at útvega okkum eina nýggja heimasíðu, og tyggja í løtuni upp á nøkur tilboð. Enn er kortini ikki tikin nøkur endalig støða til, hvussu ein nýggj heimasíða skal síggja út og virka. Men eg rokni við, at vit í september kunnu presentera eina nýggja heimasíðu, sigur Jenis av Rana.
Eisini í Sjálvstýrisflokkinum er hetta nakað, tey fara at taka upp.
- Nú er summar og feriutíð, so virksemi í flokkinum hevur ikki verið tað stóra. Men nú, eftir ólavsøku, fara vit at tosa saman og taka støðu til, hvussu vit skipa komandi valstríðið, eisini við atliti til alnetið, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sær ógvuliga spennandi møguleikar í anletinum, men er heldur ikki vísur í, hvussu búgvin tíðin er til hetta enn.
Tey ungu brúka alnetið nógv, tey eldru als ikki. Og eitt eru Kári P. Højgaard og Jenis av Rana rørandi samdir um, og tað er, at greinirnar í bløðunum upp undir val eru til púra onga nyttu og bert peningaspill.
Annars eru allir flokkarnir samdir um, at alnetið avgjørt er framtíðin. Og sambært Per Højgaard og Kára Durhuus er framtíðin longu her.
Flokkarnir eru allir samdir við Per Højgaard og Kára Durhuus, at alnetið fer longu í komandi valstríði at hava alstóran týdning
Mynd: Jens Kristian Vang