Floksformenninir á fund um Havnina

Nú klokkan 17.00 skulu Aksel, Poul og Høgni umrøða støðuna í Havn.

Landsstýrissamgongan er helst upp á spæl, nú Heðin Mortensen sigur seg bíða eftir, hvat teir tríggir floksformenninir hava at siga um støðuna í Havn. 

 

Klokkan 17.00 fara formenninir á fund um støðuna, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni. 

 

Tað er ikki bara í Havn, at samgongan hevur ein møguligan trupulleika. Eisini á Tvøroyri er støðan spent. 

 

Signar Dam, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevur enn ikki svarað Kristini Michelsen uppá fyrispurningin um, hvørt hann er ynsktur í Javnaðarflokkinum ella ikki. 

 

Tískil er tað Javnaðarflokkurin og harvið løgmaður, sum eftir øllum at døma hevur trupulleikar bæði í Havn og á Tvøroyri. 

 

Gunvør Balle, nývaldi býráðslimur í Havn sigur, at tey vóru ikki eingongd boðin við til samráðingarborðið við Heðini Mortensen, og tí kunnu tey illa skylda Javnaðarflokkinum nakað nú. 

 

Eisini Poul Michelsen hevur sagt við Kringvarpið, at hann ikki heldur samgonguna á tingið eiga hendan trupulleikan, men Javnaðarflokkin.