HATTA var einki minni enn ein boomerang. - uppskotið hjá Bjørn á Heygum og Óla Breckmann um arbeiðsrætt.
Í útvarpinum í gjár mátti seinni av uppskotsstillarunum leggja seg fyri knøini á landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum og biðja um umbering.
TEIR báðir tingmenninir løgdu í vikuni fyri tingið uppskot um føroyskan arbeiðsrætt - uttan so mikið sum at seta seg í samband við teirra egna landsstýrismann á økinum. Ein margháttligur máti at arbeiða uppá, tá flokkar eru í samgongu má sigast. Spurdur um hetta helt Bjørn á Heygum einki løgið vera í, at tingmenn leggja uppskot fram, eins og landsstýrismenn gera tað. Her hugsaði Bjørn ov stutt.
MEN so kom landsstýrismaðurin fram í útvarpinum og segði seg einki kenna til málið, hóast her var talan um øki hansara í Tinganesi. Tíðin fór at vísa, um hann fór at taka stuðulin til samgonguna aftur segði hann.
OG tað skuldu ikki ganga nógvir tímar, fyrr enn teir báðir tingmenninir so nakkalangir máttu taka sítt egna uppskot aftur.
EITT er tað, at tingmenn á henda hátt provokera sín egna landsstýrismann á økinum. Annað er, at teir leypa so fullkomiliga framav og seta uppskot fram, uttan so mikið sum at kunna seg við tær ymsu síðurnar í málinum, eitt nú at vita, hvat arbeiðsmarknaðurin sjálvur heldur um slíkt uppskot. Her var í veruleikanum talan um eitt paraduuppskot av allargrovasta slag. Og slíkt sømir seg ikki tingmonnum.
TAÐ undrar okkum eisini, at ein tingmaður sum Bjørn á Heygum letur seg koyra í felluna av Óla Breckmann, sum hundraðtals dømi er um fyrst og fremst brúkar politisku umboðan sína til at seta kílar í. Her var so ein møguleiki at sláa tvær flugur í eitt smekk, nevniliga fyri tað fyrsta at fáa øði í fakfeløgini og harnæst at traðka landsstýrismannin úr einum fakfelagsflokki so dyggiliga á tærnar. Men ikki gongur altíð, sum prestur prædikkar. Og vónandi hevur Bjørn á Heygum við hesi ?latið seg lumpa-hending? fingið eyguni upp fyri, hvussu svikaligt tað kann vera at arbeiða saman við politikarum, sum bara hava eitt endamál í politikki: at niðurgera fakfeløg og vinstraflokkar.
EIN stórsigur fyri landsstýrismannin má sigast. Og fyri tey fakfelagsfólk, sum mettu eitt slíkt uppskot sum eina krígsavbjóðing.