Flóttafólk fáa nú sítt egna ítróttarlið á OL

Flóttafólk fáa sítt egna ítróttarlið á OL

Eitt ítróttarlið av flóttafólki skal kappast í OL í Rio í summar undir olympiska flagginum

 

Eisini altjóða olympiski felagsskapurin, IOC, tekur nú flóttafólkaspurningin upp. í Hesum sambandi hevur IOC nú skiað eitt ítróttarlið við flóttafólki, sum skal kappast á olympisku leikunum á jøvnum føti við øll hini ítróttarfólkini.

Liðið hevur fingið heitið Team Refugee Olympic Athletes, ROA, og tey verða í allar mátar við á OL á jøvnum føti við øll hini, og sostatt skulu tey bæði kappast og búgva saman við hinum itróttarfólkunum. Tey verða eisini undir somu dopingreglum, og annars undir somu reglum í øllum viðurskiftum, sum øll hini ítróttarfólkini.

IOC setir nú eitt lið av fólki saman, sum skal stuðla flóttafólkaliðnum við venjarum, liðleiðarum, hjálparfólki og útgerð og IOC útvegar teimum eisini búnarnar, tey skulu kappast í. Og IOC rindar eisini allar ferðaútreiðslur, allar útreiðslurnar til fyrireikingarnar, og aðrar útreiðslur fyri liðið.

Allastaðni, har flóttafólkaliðið verður umboðað, eisini á sigursskamlinum, verður tað undir olympiska flagginum og olympiska eyðkennislagnum.

Og tá ið leikirnir verða settir, skal flóttafólkalið ganga fremst inn á vøllin undir olympiska flagginum, beint undan vertstjóðina, Brasil.

IOC sigur, at hetta er eitt lið í endamálinum hjá felagsskapinum, sum er at hjálpa úrvals

ítróttarfólki, sum eru rakt av umfatandi flóttafólkakreppuni. Í hesum sambandi hava tey

funnið fram til 43 ítróttarfólk, sum talan kann verða um at fáa til olympisku leikirnar. Men

tey vænta at sjálvt liðið fer at telja fimm - tíggju ítróttarfólk.  

   

- Endamálið við at bjóða flóttafólkum at kappast í OL, er at geva flóttafólki eina vón, sigur forsetin í IOC, Thomas Bach í eini fráboðan.

 

- Tey hava onki landslið at umboða, onki flagg at umboða og ongan tjóðsang at umboða, og tí bjóða vit teimum vælkomnum undir olympiska flagginum og undir olympiska eyðkennislagnum, og tey fáa eitt heim saman við 11.000 øðrum ítróttarfólkum úr øllum heimunum, sigur hann.