Flutti heimaftur í úrtíð orsakað av blokkinum

Tá landsstýrið valdi at skerja blokkin við 366 mió í einum, so var nóg mikið hjá Magna Laksafoss. Hann gjørdi tá av at stilla upp til løgtingsvalið og flutti heimaftur til Føroya úr Grønlandi, hóast hann hevði ætlað at verið longri. Hann stillar upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin í Norðoyggum, og ætlanin er at savna Føroyar um ein búskaparpolitikk, ið er bygdur á at økja framleiðsluna

Løgtingsval/samrøða

?Tá landsstýrið valdi at skerja blokkstuðulin við 366 mió. kr., sá eg hvussu øll tann ráðgevingin, sum vit í Hvítubók góvu politikarunum, um hvussu skerjingarnar kundu fremjast, varð kveistrað til viks, sigur ein avgjørdur Magni Laksafoss, tá vit spyrja hann eftir orsøkini til, at hann hevur valt at lata seg stilla upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin í Norðoyggjum.
Magni Laksafoss gjørdist kendur í Føroyum, tá hann við lærda háskúlan í Keypmannahavn fekk nakað so sjálvsamt sum eitt 13-tal fyri sína høvuðsuppgávu í útbúgving sínari sum búskaparfrøðingur, cand.polit. Enn meira sjálvsamt var tað, at uppgávan var eitt umfatandi búskaparmodell av føroyska búskapinum. Hann starvaðist eina tíð á Hagstovuni, tá boð vóru eftir honum at vera við í arbeiðinum við Hvítubók. Hann var millum berandi kreftirnar í tí arbeiðinum. Eftir at arbeiðið var liðugt í 2000, flutti hann saman við konu og tveimum børnum til Grønlands, har ein góður møguleiki stóð honum í boði. Magni hevur eisini sum yngri búð heili tvey ár í Grønlandi, so hann var eisini rættiligur spentur at síggja Grønland aftur. Bæði hann og konan fingu góð størv, og hann dylir ikki fyri, at tíðin í Grønlandi hevur verið góð, men hann vendir kortini aftur til Føroya við familjuni, tí hann hevur valt at stilla upp til løgtingsvalið. Magni Laksafoss er í dag 32 ár. Hann stillar upp fyri Sambandsflokkin í Norðoyggjum, tí hann kennir eitt heilt serligt tilknýti til Norðoyggjar og serliga Klaksvíkina, hóast hann eisini hevur búð aðrastaðni í Føroyum.
?Eg kenni meg heima í Klaksík, og tá tað varð heitt á meg um at stilla upp, segði eg ja takk til tilboðið, hóast tað ongantíð hevur verið mín lívsætlan at gerast politikari, men eg havi tó leingi gingið runt við tankanum um, at tað hevði verið áhugavert, at gjørt sína ávirkan galdandi, sigur Magni.

Savna undir eitt
Ógvusligi niðurskurðurin í blokkinum var tann so kendi dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir hjá Magna Laksafoss.
?Tað var ikki tað, at sjálvur blokkstuðulin varð skerdur, tí tað visti mann jú skuldi fremjast. Tað var sjálvur mátin, ið tað varð gjørt uppá. Tú kanst ikki, eins og fráfarandi landsstýri, skerja blokkin í einum uttan at gera neyðugar tillagingar, áðrenn tað verður gjørt, og als ikki í evstu stund í valskeiðnum, fyri at lata komandi landsstýri sita við rokningini, sigur Magni.
?Sjálvt um hetta var tað, sum fekk meg til at taka stigið, so er tað ikki nakar nýggjur tanki. Eg havi mangan hugsað um, at onkur átti at gjørt meiri fyri at savna Føroyar og føroyingar um tey virðini, sum veruliga gera mun í míni verð - nevniliga at tryggja føroyingum góð livikor og ikki halda áfram við at skapa teir ótryggu karmarnar, sum fráfarandi landsstýri hevur skapt, sigur Magni Laksafoss.
Royndir hjá Magna við greiningum av føroyska búskapinum, m.a. arbeiðið við Hvítubók, ætlar hann eisini at gera sær dælt av í einari framtíðar yrkisleið innanfyri landspolitikk. Hann heldur, at landsstýrið hevur skatt búskapin í Føroyum. Hann kennir tað vera bráðneyðugt, at skil fæst á búskapinum, soleiðis at niðurskurðurin av blokkinum ikki fær fleiri keðilig árin á samfelagið.
Magni Laksafoss hevur verið limur í Sambandsflokkinum í nøkur ár, men hann hevur ongantíð verið millum teir mest sæddu sambandsmenninar í Føroyum. Hann hevur tó greiðar ætlanir um, hvat hann ynskir at gera í politikki.
? Mínar ætlanir í politikki eru at savna Føroyar um ein búskaparpolitikk, sum er bygdur á at økja føroysku framleiðsluna, soleiðis at livikorini í Føroyum støðugt kunnu gerast betri. Hetta kanst tú ikki gera við einvíst at fokusera uppá at vilja skerja ríkisveitingina, tí tað er at brúka kreftirnar skeivt. Tvørturímóti er neyðugt at fokusera nógv meiri uppá at skapa verulig føroysk virði i Føroyum við øllum teimum kreftunum, vit hava, sigur Magni Laksafoss.
Politikkurin hjá núverandi landsstýrinum hevur ikki verið heilt eftir bókini, sambært Magna, sum heldur búskaparpolitikkin vera destruktivan.
?Politikkurin hjá sitandi landsstýrið seinastu fýra árini hevur í veruleikanum ikki verið nakar loysingarpolitikkur, tí fokus hevur verið á blokkinum heldur enn vinnulívinum. Útreiðslurnar eru bara voksnar hesi seinastu fýra árini, og sum heild hevur sitandi samgonga gjørt búskapin meira heftan. Eg meini raðfestingin er skeiv, men tað er tíðanverri hendan, ið landsstýrið hevur valt, heldur Magni.
Tá hann hyggur aftur á tey seinastu fýra árini, so kann hann staðfesta, at búskaparliga gongdin sum so hevur bjóðað upp á vøkstur.
?Vit hava havt ein stóran búskaparliga vøkstur í Føroyum, men talan hevur eisini verið um sera høgar fiskaprísir. Vit hava eisini eitt sera gott vinnulív í Føroyum. Eisini hava kommunurnar í Føroyum klára seg væl við at sleppa av við stóran part av skuldini. Trupulleikin liggur mest hjá tí almenna, har landskassin ikki hevur yvirskot longur, og skuldin er stór. Tískil skulu vit tryggja okkum móti ringum tíðum, sigur Magni

Fysiokratur
Tá vit spyrja Magna eftir grundarlagnum fyri hansara búskaparligu sjónarmiðum, so er svarið, at hansara búskaparligu sjónarmið kunnu kallast fyri at vera fysiokratisk.
? Hesin fysiokratiski hugsunarháttur hevur avleiðingar fyri, hvussu man hugsar um fiskivinnuna, alivinnuna, ríkisstuðulin og eina møguliga oljuvinnu. Ein fysiokratur metir seg eftir tilfeingi, har blokkurin og fiskivinnan eru dømi um tilfeingi, um hesi so fella burtur ella minka munandi, fær tað álvarsamar fylgjur, sigur Magni.
Fysiokratarnir vera ofta sagdir fyri at vera millum teir fyrstu teinkjararnar, sum bóru fram hugsanir um búskap. Teir livdu í Frankaríki í 1700?talinum í einum bóndasamfelag. Kritikkurin hevur ljóðað, at hesir eru ov lítið dynamiskir í teirra búskaparligu sjónarmiðum.
Magni greiðir frá, at í stuttum ber til at siga um teirra grundsjónarmið, at tað eru tær fysisku rammurnar í einum búskapi, sum avgera, hvussu stórur búskapurin skal vera, og harvið hvussu nógv fólk skulu hann kann breyðføða.
? Vit kunnu lættliga fáa hesar tankarnar at passa saman við Føroyar í 1700?talinum. Føroyar var tá eitt bóndasamfelag við 5.000 fólkum. Har vóru harðar lógir galdandi fyri at avmarka talið av børnum, soleiðis at man kundi tryggja at fólkatalið ikki bleiv ov stórt, og at hungursneyð ikki kom í landinum. So hvørt sum Føroyar fór yvir til at vera eitt fiskivinnusamfelag, gjørdist tað møguligt at breyðføða meiri fólki og harvið varð rúm fyri fólkavøkstri.Ein kann nú hugsa, at eitt modernað samfelag sum Føroyar als ikki kann samanberast við eitt samfelag frá 1700?talinum. Í dag kunnu fólk jú fáa eins nógv børn og teimum lystir, men tey velja sjálvi at fáa færri børn. Ein skal bara minnast til, at breyðføðing av fólki í dag ikki einans er matur og klæði, men eisini útbúgving, bilur, sjónvarp o.l. Harvið skal meiri ?føði? til eitt fólk í dag enn í gomlum døgum, heldur Magni.
Sjálvur vil Magni fegin kalla seg fyri ein modernaðan fysiokrat, og hetta ávirkar eisini hann, tá hann skal til at taka dagar ímillum, hvørt hann er høgra ella vinsta, liberalur ella ei.
? Eg meini ikki, at liberalur politikkur er nakað mál í sær sjálvum, men eitt amboð fyri at skapa búskaparvøkstur. Tað hevur tó víst seg, at í nógvum londum, og á nógvum økjum hevur ein liberalur politikkur kunna tryggjað ein búskaparvøkstur, sum so aftur kann tryggja fólki góð livikor. Eg meini sostatt, at spurningurin um politikkurin eigur at vera liberalur ella ikki, altíð skal setast upp ímóti, hvat endamálið er við politikkinum, sigur Magni.
Hann nevnir, at ein ein liberalisering innanfyri fjarskifti er ynskilig, tí hetta hevur sum heild góðar avleiðingar fyri samfelagið við lægri prísum, ið tryggjar betri kappingarføri. Í sama mun kundi Magni ímyndað sær, at orkuveitingin í Føroyum eisini varð liberaliserað.
? Tað eru eisini dømir um økir, har tað ikki er rætt at føra ein alt ov liberalan politikk, t.d. á fiskivinnuøkinum. Har hava vit í Føroyum avgjørt ikki at loyva ov nógvan ótilvirkaðan fisk fara av landinum, tí tann fría kappingin kundi jú ført við sær at vit mistu hesa vinnuna til útlandið. Hetta er sera skilagott, tí sjálvt um útlendingar møguliga høvdu kunnað tilvirkað fiskin bíligari enn vit kunnu í Føroyum, so er tað sera umráðandi, at vit tilvirka fiskin mest møguligt í Føroyum, og á tann hátt fáa sum mest burturúr. Hetta er jú tað, sum skal breyðføða okkum á klettunum, heldur Magni.
Hann er eisini vinarliga sinnaður móti ríkisfelagsskapinum, men hann ynskir ein sjálvberandi búskap.
?Ríkisfelagsskapurin hevur sum heild virkað øgiliga væl, og vit hava í dag m.a. eitt tað hægsta útbúgvingarstøði í heiminum ígjøgnum Danmark. Seta vit tað upp sum fyrimunir og vansar í ríkisfelagsskapinum, so eru tað so heilt klárt fleiri fyrimunir við at vera í ríkisfelagsskapinum enn at vera uttanfyri, heldur Magni. Hann vísir í hesum sambandi eisini á nýskipanaruppskotið, Sambandsflokkurin hevur lagt fram, ið leggur upp til eina nýskipan av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Gera sjálvberandi
Sum nevnt var blokkstuðulin ein stór orsøk til, at Magni vendi aftur til klettarnar. Men blokkurin fær, sambært Magna, alt ov nógva umrøðu.-
-?Tað verður fokuserað alt ov nógv upp á blokkin. Tað er nógv annað í tí føroyska búskapinum og í føroyskum politikki, men tað verður framvegis bara fokuserað á blokkin. Tú kanst heldur ikki fokuserað bert uppá at fáa blokkin vekk. Tað snýr seg heldur um at gera blokkin óneyðugan, og har eru allir flokkar samdir. Vit hava longu gjørt eitt stórt fyrireikingar arbeiði í Hvítubók og Caragata, sum hevur verið fínt. Tað, ið nú restar í, er, at fara ígongd við at gera búskapin sjálvberandi, t.e. at fáa vinnulívið at gerast betri. Eg uppfati búskaparpolitikkin hjá fráfarandi landsstýrið, sum ein einfaldan keypmansroknskap, ið als ikki leggur upp fyri einari nútíðarhóskandi búskaparligari strategi. Vit mugu sum skjótast fara í holt við búskaparligar broytingar fyri at tryggja best møguligar rammur fyri framtíðina hjá tí føroyska vinnulívinum,sigur Magni.
?Um vit vilja seta føtur undir egið borð, so er bráneyðugt, at vit enn hava eini góð hús at búgva í. Lat okkum heldur fokusera uppá at gera búskapin betri og sjálvberandi, ikki fokusera uppá bloksstuðulin, sigur ein avgjørdur Magni Laksafoss.
Magni Laksafoss er ikki ein av teimum, ið sær tað heilt ónda í blokkstuðulinum, sum hann kallar fyri at vera normalan í búskapum sum tí føroyska.
Búskaparfrøðingar hava oftani ósamdir um spurningin, hvørt ríkisveitingin hevur verið góð fyri tann føroyska búskapin ella ikki. Tosað verður eitt nú um multiplikator effektina og hálendsku sjúkuna.
?Ríkisveitingin hevur eins og fiskivinnan verið eitt vælsignilsi fyri Føroyar. Vit hava kunnað brúkt ríkisveitingina til at tillaga tað føroyska samfelagið og gera hópin av ábøtum á infrastrukturum og annað. Tað er eisini púra vanligt við tílíkum sum ríkisveitingini í øðrum pørtum av heiminum. Tað er púra vanligt í einum felagsskapi, at man hevur inntøkujavnan, tí er tað oyðileggjandi at nýta alla orku uppá henda eina spurningin við ríkisveitingini, sigur Magni.
?Ríkisstuðulin er ein inntøka fyri føroyska samfelagið, sum er við til at gera tað møguligt hjá fleiri fólkum at búgva í Føroyum. Í staðin fyri at hesi fólk arbeiða innan fiskivinnuna ella alivinnuna, eru tey í starvi innan fyri almennu tænasturnar í Føroyum. T.e. skúlaverkið, sjúkrahúsverkið, ellisheimum, umsiting o.s.fr. Hetta merkir sjálvsagt, at almenni sektorurin er størri enn hann hevði verið uttan ríkisveitingina, og hetta verður stundum rópt ?Hálendsk sjúka?. Her skal ein bara minnast til, at talan er als ikki um eina sjúku, men einans um, at búskapurin hevur tillagað seg til at hava ein størri almennan sektor, tí almenni sektorurin orsakað av ríkisveitingini hevur fingið eitt størri tilfeingi at liva av, júst eins og fiskivinnan kann vaksa, um vit kunnu troyta nýggj fiskasløg ellar nýggjar leiðir. Tú kanst heldur ikki taka ríkisveitingina burtur í einum, tí búskapurin og alt samfelagið hevur vant seg við blokkstuðulin. Tað er ikki nakað ringt við ríkisveitingini ella hálendsku sjúkununi, so leingi hon kemur stabilt inn, vísir Magni á.
Framtíðin fyri føroyska búskapin skal, sambært Magna Laksafoss, byrja við, at hann gerst alsamt meira sjálvbjargin. Menningin hjá føroyska búskapinum er treytað av hesum eins og at føroyska vinnulívið skal mennast. Her er Magni eisini av teirri greiðu fatan, at tað almenna skal halda seg langt uttanfyri.
Privatiseringar eru eisini ynskiligar í Magnasa verð, men ikki alt er egnað til at verða privatiserað.
?Tann privata vinnan skal hava rásarúm og møguleikan til at gera tað, ið hon ger best, og tað er at styrkja um búskapin. Politikararnir og búskaparfrøðingarnir hjá tí almenna skulu ikki reka vinnulívið, men vit skulu skapar karmarnar. Føroya Banki og aðrar almennar fyritøkur, sum hava tað best í tí privata, eiga sjálvsagt at gerast privat, men heilsuverkið eigur at verða verandi á almennum hondum.
?Tað er bæði neyðugt at vaksa um vinnurnar, samstundis sum vinnurnar kunnu gerast meiri effektivar og harvið kunnu framleiða meiri við færri arbeiðsfólki. Hetta er sjálvsagt ein torfør uppgáva, men føroyska vinnulívið hevur víst góð evni í so máta, sigur Magni.
Hyggja vit eftir samfelagsbygnaðinum, so kundi Magni væl hugsað sær, at uppgávubýti millum land og kommunu varð umskipað.
?Kommunan er tættast at sínum borgarum, og vit eiga at leggja so nógv sum gjørligt út á kommunurnar, sum eisini hava prógvað, at tær duga at umsita hetta. Fleiri kommunur eru øgiliga lítlar, og neyðugt verður mestur við størri eindum, men hetta mugu kommunurnar sjálvar gera av, heldur Magni.

Eina høvuðsvinnu
Nógv prát hevur verið um at skapa alternativa vinnu afturat fiskivinnuni í Føroyum. Tosað hevur verið um tað triðja vinnubeinið, sum kanska mest sannlíkt kann hugsast at gerast oljuvinnan. Magni Laksafoss heldur, at fiskivinnan í Føroyum eigur at vera tvíhildin um.
?Búskaparligar kanningar vísa, at teir búskapir, ið klára seg væl, eru teir, har tað er ein høvuðsvinna, og hendan hevur nakrar hjávinnur, sum veksa rundan um høvuðsvinnuna. Hetta kenna vit væl í Føroyum við fiskivinnuni sum hevur vinnur sum skipasmiðjir, trolvirkir, trollemmavirkir, snelluvirkir o.l. afturat sær.
Hetta vil í stuttum siga, at vit ikki skulu fara alt ov langt í okkara dreymum um nýggjar vinnur, men heldur hyggja at, hvussu vit kunnu styrkja og menna tær vinnurnar vit longu hava í Føroyum, og sum vit trúgva uppá kunnu gerast enn størri og betur heldur enn at droyma um heilt alternativar vinnur, heldur Magni.
Gerst oljuvinnan stór í Føroyum, so kunnu vit tosa um tvær høvuðsvinnur í Føroyum, men hetta liggur enn longri frammi, heldur Magni, sum sigur tað hava ovurstóran týdning, at vit lurta eftir vinnuni fyri vita eftir, hvønn tørv og hvørki ynski vinnan hevur.
?Tað kann tykjast løgið, at vit Føroyum, sum er ein stór fiskivinnutjóð, bert hava ein lítlan fiskivinnuskúla, men hava fleiri handilsskúlar, men tað kann væl vera, at tað er hetta, ið vinnan hevur tørv á, metir Magni Laksafoss, sum í næstan fer at rigga av í Grønlandi, áðrenn kósin verður set móti Føroyum.