Eftir ætlan skuldu næmingarnir í skúlanum við Løgmannabreyt til jólagudstænastu í Hoyvíkar kirkju í morgun.
Ódnarveðrið í morgun gjørdi tó, at leiðsla skúlans metti tað vera óðamannaverk, at føra 435 næmingar til gongu oman Karlamagnusarbreyt til kirkjuna.
Men tað ber heldur ikki til at fara í jólaferiu, uttan at hava hoyrt jólaevangeliið, helt leiðslan. Tí gjørdi Høgni Joensen, skúlastjóri, skjótt av, og setti seg í samband við Theodor Eli Dam Olsen, prest í Hoyvíkar kirkju. Skúlastjórin bjóðaði presti niðan í skúlan at hava jólagudstænastuna.
Prestur var til dystin fús og fyri løtu síðani byrjaði so jólagudstænastan í skúlanum við Løgmannabreyt. Næmingarnir í 7. flokki hava gjørt námsfrøðiliga depilin kláran at taka ímóti teimum 435 næmingunum og 40 lærarunum og námsfrøðingunum, sum eru á skúlanum.
Stólarnir eru settir upp, so tað minnir um kirkjuna og adventskransurin er tendraður. So er bara eftir hjá presti at halda gudstænastuna og so kunnu jólini koma.