Føroyska samfelagið kann læra nógv av royndunum hjá norðmonnunum í teirra skjótt 30 ára drúgvu royndum innan frálandavinnu. Hetta gongur m.a. týðuliga fram í tí frágreiðing, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur givið út. Og tað er so eisini tað, sum føroyingar við egnum eygum og oyrum sanna, tá teir vitja ?Oljunoreg?.
So var eisini nú um dagarnar, tá ikki færri enn 17 føroyingar vórðu bodnir til Noregs at síggja nakað av virkseminum hjá stóra norska oljufelagnum Norsk Hydro. Hesir umboðaðu bæði vinnulív, almennar stovnar, fjølmiðlar o.o.
Norsk Hydro er við í einum oljusamtaki, sum ynskir at leita eftir olju við Føroyar. Hini feløgini í samtakinum eru Lasmo, Amerada Hess og Dopas og vóru umboð fyri hesi feløgini eisini við, tá føroyska ferðalagið vitjaði Norsk Hydro.
Norsk Hydro
Norsk Hydro, sum varð stovnað í 1905, er næststørsta fyritøkan í Noregi í dag. Bert Statoil er størri. Tað almenna eigur meira enn 50% í fyritøkuni, sum arbeiðir kring allan heimin. Oljan er bert ein partur av virkseminum. Fyritøkan tekst eisini við framleiðslu av aluminium og kunsttøðum og aling av laksi. Hon er størsti laksaalari í Europa og eigur eitt nú stór alibrúk í Hetlandi og Skotlandi umframt í Noregi.
Í dag er Norsk Hydro við í oljuvinnu í Norðsjónum og annars í fleiri øðrum londum. Áhugin fyri at vera við í leiting í føroyska økinum kemst m.a. av, at fyritøkan hevur nógvar royndir á djúpum vatni og arbeiðir á økjum út fyri Miðnoreg, sum hava umleið somu jarðfrøði sum Føroyar.
Hjá Norsk Hydro vilja teir tí fegnir kunna føroyingar um sítt virksemi og hvat fyritøkan annars stendur fyri. Og hetta fingu teir 17 føroyingarnir, sum herfyri fóru við leiguflogfari til Bergen, eitt rættiliga gott boð uppá.Vitjað varð úti á einum av oljupallunum hjá Norsk Hydro, Oseberg C. Har varð greitt frá arbeiðinum umborð á einum slíkum palli, ið telist millum teir størstu í Norðsjónum.
Higani gekk leiðin so til tvær støðir á landi, sum virka innan somu vinnu, útgerðarstøðina í Mongstad og oljuterminalin í Sture, tvey pláss, sum liggja ikki so langt frá Bergen.
Oseberg
Oseberg C er partur av einum størri oljufelti við tilsamans trimum pallum. Framleiðslan er góð hálv millión tunnur um samdøgrið. Fyrsta oljan frá feltinum kom upp í 1988 og vara goymslurnar til 2017. Íløgan í alt feltið er uppá umnleið 50 milliardir kr.
Úti á oljupallinum fingu føroyingar kunning um arbeiðið har og ikki minst varð stórur dentur lagdur á at greiða frá trygdini. Tað er einki dulsmál, at Norsk Hydro liggur væl fyri, tá talan er um trygdina umborð á oljupallum og á útgerðarstøðum. Á Oseberg C hava teir einki óhapp havt í 850 dagar, sum hevur ført til, at fólk eru tikin úr arbeiðinum.
Ein av loynidómunum aftanfyri góðu trygdarhagtølini sigur leiðslan hjá Norsk Hydro vera hana, at øll starvsfólk teirra skriva upp og rapportera øll mistøk og óvæntaðar hendingar, sum fara fram á arbeiðsplássinum. Hetta fær starvsfólkið at hugsa meira um trygdina. Hjá Norsk Hydro meta teir eisini sjálvt arbeiðsklimaið at hava alstóran týdning fyri trygdina og harvið eisini fyri tað rakstrarliga úrslitið.
Fyritøkan er eisini errin av at vísa á góðu rakstrartølini. Meðan tað vanliga kostar millum 8-9 kr. at framleiða eina tunnu av olju, so megna teir á Oseberg at koma heilt niður á ein framleiðsluprís uppá 5-6 kr og eisini lægri.
Henda gongdin meta teir hjá Norsk Hydro er sera positiv fyri vinnuna, tí meðan stóru oljugoymslurnar tømast, so er tað bráddliga vorðið lønandi at fara eftir teimum mongu smærri goymslunum eisini.
Umborð á oljupallinum verður tosað um tanm týdning, sum framkomna tøknifrøðin hevur fyri alla vinnuna. Horisontalboring og meira avanseraðir brunnar á havbotninum eru við til at lækka alt kostnaðarstøðið í vinnuni og harvið gera hana meira lønandi. Hetta er ikki minst nakað, sum Norsk Hydro hevur arbeitt við, umframt hetta at førka seg longur og longur út á djúpt vatn.
Mongstad
Tað er útgerðarstøðin í Mongstad, sum veitir tær neyðugu tænasturnar til oljupallarnar hjá Norsk Hydro. Útgerðarstøðin er 100.000 fermetrar stór og kostaði umleið 90 mill.kr. at byggja í 84. Í dag hevði prísurin verið um tær 250 mill. kr. Tað var Norsk Hydro, sum fíggjaði støðina, sum í dag er á fleiri hondum. Støðin tekur sær bæði av framleiðslupallunum og av boripallum. Umleið 70% av virkseminum er tengt at boripallunum.
Á støðini hava teir tey góðu ráð til føroyingarnar ikki at leypa framav frá byrjan og gera íløgur í útgerðarhavnir á hvørjum kletti. Heldur at savna kreftirnar á einum stað, har øll oljufeløgini eru umboðað.
Sture
Seinasti steðgurin á ferðini er á Sture-oljuterminalinum. Øll oljan frá Oseberg og nærliggjandi feltum verður flutt um rørleiðing til lands, umleið 700.000 føt av olju um dagin ella 1% av allari heimsframleiðsluni av olju.
Hóast norðmenn hava verið í oljuvinnuni í skjótt 30 ár, so eru tað bert 10 ár síðani, at fyrsta oljan kom uppá land í Noregi. Undir útbyggingini av Oseberg gjørdi Norsk Hydro av at føra oljuna til Noregs, tí hetta var mest lønandi. Hetta tiltakið hevur fingið Øygarden kommunu, har Sture liggur at blómað. Fólkatalið veksur og virksemið økist í hvørjum.
Á fundi við borgarstjóran í kommununi fingu føroyingarnir greitt at vita, at ein hevur einki at óttast við at føra oljuna til lands. Hvørki í byggingini av einum terminali ella nú virksemi er í gongd.
-Vit vóru í Hetlandi og Orknoyggjunum fyri at síggja, hvussu teir høvdu bygt sínar oljuhavnir, áðrenn vit settu spakan í her sigur borgarstjórin í Øygarden kommunu. Har fingu teir nógv góð ráð og hugskot og eitt var at gera øðrvísi enn teir og tí vóru oljugoymslurnar rætt og slætt sprongdar inn í fjallið.
Hetta hevur verið sera væleydnað. Av tí at goymslurnar liggja undir vatnstøðu er vandin fyri dálking lítil og eingin og er annars sera nógv gjørt fyri at forða fyri dálking á sjónum, tá tey stóru tangaskipini upp til 300.000 tons koma inn eftir oljuni.
Ráð til føroyingar
Borgarstjórin vil avgjørt mæla føroyingum til at gera sum teir hava gjørt tvs. at fáa oljufeløgini til at leggja rørleiðing til lands og leggja oljuna upp har, til hon so verður flutt til reinsarí aðrastaðni.
-Við at flyta oljuna til lands gjøgnum rør heldur enn at lasta hana umborð á tangaskip á feltinum fæst betri stabilitetur og regularitetur í driftini. Hetta staðfesta oljufeløgini, og rakstrarliga er tað eisini stórur fíggjarligur fyrimunur at flyta oljuna til lands. Hetta hevur tó eisini nakað við støddina á oljufeltinum og frástøðuna at gera.
Borgarstjórin í Øygarden heldur tað er eitt gott hugskot um føroyskir myndugleikar longu nú lata oljufeløgini vita, at tað er eitt greitt ynski frá føroyskari síðu, at oljan verður flutt til lands í Føroyum.
Teir, ið vórðu við á ferðini í Norgi, vóru: Vilhelm Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, Elmar Højgaard, leiðari av V&B, Pál Weihe frá Sjúkrahúsverkinum, Uni Vestureið frá løgregluni, Andra Róin frá Telefonverkinum, Poul Mohr, frá Tórshavnar Skipasmiðju, Kartin Toftegaard og Petur Joensen frá Oljufyrisitingini, Hákun Niclassen og Bjarni Bjarnason frá landsumsitingini, Kári Højgaard frá Kongshavnar Havn, Tórleiv Mikkelsen, frá Tór-Shipping og Johan Mortensen, umboðsmaður fyri Amerada Hess.