Hóast NSÍ unglingarnir í gjárkvøldið taptu 4-1 í Klaksvík, og harvið løgdu rygg til fyrsta tapið á árinum, so bendir lítið ella einki á, at NSÍ ikki fer at vinna meistaraheitið.
NSÍ hevur spælt 13 dystir og hevur 34 stig, og KÍ er næstovast við 28 stigum fyri 12 dystir. Næstu liðini eru B36 og HB, sum hava ávikavíst 17 og 14 stig. KÍ hevur tríggjar dystir eftir at spæla, og NSÍ hevur tveir dystir eftir at spæla.
Í gjárkvøldið vunnu steypavinnararnir í KÍ 4-1. Jákup Pauli Ziskason legði KÍ framum bæði 1-0 og 2-0 í 3. og 7. minutti. Jákup Andrias Gaardbo minkaði um munin tveir minuttir undan steðginum, men klaksvíkingar svaraðu aftur, áðrenn 1. hálvleikur var liðugur. Aftur hesa ferð var Jákup Pauli Ziskason málskjútti, og harvið skoraði hann hattrikk. Tá ið tað restaðu átjan minuttir, staðfesti Eivindur Sørensen heimasigurin. Fyrr í ár hevur NSÍ tvær ferðir vunnið á KÍ - 4-1 í Klaksvík og 2-1 í Runavík.
Tveir aðrir dystir vóru í gjárkvøldið: Í Sarpugerði endaði tað 2-2 millum Víking og B36, og í Gundadali vann HB 4-3 á EBS/Skála.
Kappingin verður liðug 30. september. 23. september er skráin henda: B36-NSÍ, Víkingur-HB og EBS/Skála-KÍ. 26. september spæla EBS/Skála-Víkingur og B36-KÍ, og mánadagin 30. september verður sett punktum. Tá er skráin KÍ-Víkingur, HB-B36 og NSÍ-EBS/Skála.
Støðan
NSÍ 34
KÍ 28
B36 17
HB 14
Víkingur 11
EBS/Skála 3
NSÍ og HB hava spælt 13 dystir, og hini liðini hava spælt 12 dystir.