FM1 fer at senda frá KC týsdag fyrrapart

Gestir í morgin verða Rósa Maria og M.C. Restorff, og Jan og Kurt Fossáberg

Týsdagin 6. november byrjar nýggj sending á FM 1, sum verður hvønn týsdag í november millum kl. 10-12 har Petur Zachariassen, verturin, fer at tosa við kend og minni kend um ymiskt, sum tey minnast frá jólum bæði í privata lívinum, men mest í arbeiðinum.

 

 

Gestirnir 6. november verða ymiskir og í tímanum millum kl. 10-11 verða tað M.C. Restorff og dóttirin Rósa Maria Restorff, sum fara at tosa um jóltíðir á hotellinum. Í hesum tímanum verður eisini livandi tónleikur har Guðrun Sólja Jacobsen saman við Janus Kampmann fara at syngja og spæla.

 

 

Í seinna tímanum vitja tvíburðarnir Kurt og Jan Fossaberg, sum ávíkavíst eru pilotur og politistur og fara teir at greiða frá jólum í teirra arbeiði.

 

 

Eisini verður nokk nomið eitt sindur við tey privatu jólini.

 

 

Sendingin er beinleiðis frá Torninum hjá Katrinu Christiansen.

 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.