Hetta vikuskiftið fer FM1 at gera nógv burturúr 1. deild í fótbólti.
Sunnudagin sigur FM1 sum vant frá tveimum dystum, og har verður bæði upptakt og sendingin "Triði Hálvleikur" í samband við 24. umfar í Betrideildini.
Leygardagin klokkan 14 sigur Petur Asbjørn Lervig frá oddadystinum millum ÍF og KÍ í Fløtugerði í Fuglafirði. Við sigri ella javnleiki hevur ÍF tryggjað sær uppflyting upp í Betrideildina. Sendingin byrjar klokkan 13.45 leygardagin.
Fríggjadagin klokkan 16.05 fer fótbóltspanelið á FM1 at snúgva seg um 1. deild. Gestir verða Dan Petersen, formaður í ÍF, Kenneth Hovgaard, formaður í Giza Hoyvík, Karl Vidtfeldt, formaður í B71 og Jóhannus Martin Olsen, formaður í B68.
Lurtarar kunnu senda spurningar og viðmerkingar til fótbóltspanelið á nummar 559999.
Øll kunnu lurta eftir FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.









