FM1: Málini hjá NSÍ og samrøða við Bagga

(FM1) Hoyr hvussu NSÍ vann stórsigur á EB/Streymi, og hoyr høvuðsvenjaran hjá NSÍ seta orð á stórsigurin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen siga frá teimum fimm málunum sum NSÍ fekk ímóti EB/Streymi við Løkin í Runavík í dag.


2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze. 

 

NSÍ – EB/Streymur 5-0 (2-0)

1-0: Fróði Benjaminsen, 30.

2-0: Pól Jóhannus Justinussen, 43.

3-0: Petur Knudsen, 63.

4-0: Klæmint A. Olsen, 72.

5-0: Árni Frederiksberg, 90.

 

Bagge heldur, at nú er liðið har sum tað eigur at verða, og avrikar tað sum liðið veruliga kann avrika. Nú er málið at hála so langt inn á KÍ og HB sum til ber, og tryggja sær pláss í Evropa aftur komandi kappingarár. 

 

Bagge hevði tó ikki væntað ein stórsigur ímóti EB/Streymi í dag. Hann hevði væntað eitt gott avrik, men dag fekk yvir forvæntning í dag. 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen hevði við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham hoyrist HER