Tað er hart stríð um at sleppa út í Evropa komandi kappingarár, og tað fer at merkja dystin millum KÍ og B36 við Djúpumýru í Klaksvík í kvøld.
KÍ er nummar trý við 51 stigum og B36 er nummar fýra við 49 stigum. NSÍ er á øðrum plássi við 53 stigum, HB er fremst við 61 stigum. KÍ hevur leikt tveir dystir færri enn HB, og skal KÍ verða við í FM-stríðnum mugu teir vinna á B36. Um B36 skal vera við í stríðnum at vinna Europa League plássið mugu teir vinna.
Sjúrður H. Hoydal sigur á FM1 beinleiðis frá tí sum væntandi verður eitt brak av einum dysti.
Samrøður við umboð fyri KÍ og B36 koma út in.fo aftaná dystin.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.