FM1 sigur frá Neistin-StÍF og KÍF-Team Klaksvík mikukvøldið

Dystirnir í Faxe Kondi kappingini byrja klokkan 20. Frásøgumenn hjá FM1 vera Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge

Mikukvøldið byrjar Faxe Kondi kappinginin hjá monnum.

Skráin fyri Bólk 1 er hendan: 

Mikudagur 20.01.21 kl. 20.00 H71 2 – H71
Mikudagur 20.01.21 kl. 20.00 KÍF – Team Klaksvík
Leygardagur 23.01.21 kl. 20.00 Team Klaksvík – H71 2
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 H71 – KÍF
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 H71 – Team Klaksvík
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 KÍF – H71 2

Skráin fyri Bólk 2 er hendan: 

Mikudagur 20.01.21 kl. 20.00 Neistin – StÍF
Hósdagur 21.01.21 kl. 20.00 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 Neistin – Kyndil
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 VÍF – StÍF
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 StÍF – Kyndil
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 VÍF – Neistin (Kelda: hsf.fo)

Frásøgumennirnir hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge siga frá tveimum dystum í kvøld. Sagt verður frá dystinum í Kollafirði millum KÍF og Team Klaksvík í bólki 1, og dystinum millum Neistan og StÍF í bólki 2.

Samrøður við umboð fyri KÍF, Team Klaksvík, Neistan og StÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra FM1  HER