2. hálvfinalurnar í SMS-deildini vera leiktar í kvøld.
Klokkan 18 møtast StÍF og H71 í høllini á Skála. StÍF vann 1 hálvfinaluna. Vinnur StÍF eru tær í FM-finalunum. VInnur H71 verður 3. hálvfinalan í Hoyvíkshøllini hóskvøldið.
Klokkan 20 møtast Neistin og Kyndil í høllini á Hálsi í Havn. Vinnur Neistin eru tær í FM-finalunum. Vinnur Kyndil verður 3. hálvfinalan í høllini á Hálsi hóskvøldið.
Sjúrður H. Hoydal sigur frá báðum hálvfinalunum. Tó skal hann ferðast av Skála til Havnar, og tí fer ein partur av fyrra hálvleiki áðrenn hann kann byrja frásøgnina í høllini á Hálsi.