##med2##
HB fekk eitt stig móti NSÍ aftaná at hava verið aftanfyri bæði 0-1 og 1-2. Við 2-2 javnleikinum kann HB tryggja sær FM-gullið við sigri á TB á Tórsvølli komandi sunnudag.
HB kann enntá tryggja sær FM-gullið longu í kvøld um KÍ tapir móti Víkingi í Sarpugerði.
HB-NSÍ 2-2 (0-1)
0-1 Pætur Skipanes (36.)
1-1 Adrian Justinussen (48.)
1-2 Klæmint A. Olsen (51.)
2-2 Bartal Wardum (78.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou. Jens Berthel kann brúka javnleikin til nakað: Nú kunnu vit fokusera uppá at vinna á TB fyri at tryggja okkum meistarheitið uttan at skula hugsa um málmunin. Jens Berthel heldur, at NSÍ dugdi at revsa mistøkini hjá HB, og heldur Jens Berthel, at NSÍ er besta umstillingsliðið í kappingini í ár. Jens Berthel heldur eisini, at javnleikurin lutvíst kann skyldast, at liðið er so nær við at vinna FM, at spenningur og nervar kunnu spæla inn onkustaðni.