FM1: Soleiðis bjargaði Finnur FM-vónini hjá Víkingi

(FM1) Hoyr sigursmálsskjúttan hjá Víkingi, Finnur Justinussen og høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík seta orð á 2-1 sigurin hjá Víkingi

##med2##

 

Leingi sá út til, at spenningurin í FM-stríðnum í Betrideildini fór at minka álvarsamt í kvøld, men Finnur Justinussen syrgdi við sigursmálinum hjá sær fyri, at Víkingur við 2-1 sigri á B36 í Sarpugerði í Norðragøtu enn er inni í FM-stríðnum.

 

Víkingur – B36 2-1 (0-0)

 

0-1: Magnus Holm Jacobsen br 48.

 

1-1: Ari Olsen 68.

 

2-1: Finnur Justinussen 90.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum trimum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein fegnan sigursmálsskjútta hjá Víkingi, Finnur Justinussen sum hevur verið leingi burtur frá besta liðnum vegna skaða, og tí var sigurin serliga søtur hjá Finni.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá B36, Dan Brimsvík sum saman við monnum sínum misti eitt týdningarmikið stig móti dystarenda. 

 

 

 

Víkingur-B36 2-1 (0-0) - Hoyr málini og samrøður við Finnur Justinussen og Dan Brimsvík

Víkingur-B36 2-1 (0-0) - Hoyr málini og samrøður við Finnur Justinussen og Dan Brimsvík