FM1: Sonni Ragnar fegnast um mál og gott spæl

(FM1) Hoyr hvussu B36 vann 2-0 á ÍF, og hoyr seinna málsskjúttan, Sonna Ragnar Nattestad seta orð á sigurin

##med2##

B36 vann seg upp á triðja plássi í Betrideildini við einum 2-0 sigri á ÍF á Tórsvølli. Í steðginum var javnleikur 0-0, men í seinna hálvleiki lá betur fyri at skjóta mál. 

B36 – ÍF 2-0 (0-0)

1-0: Meinhard E. Olsen 52.

2-0: Sonni Ragnar Nattestad 68.

Jóannes Hansen skrivaði soleiðis um málini hjá B36 á in.fo fyrr í kvøld: - Sjey minuttir eftir steðgin eydnaðist tað loksins B36 at vinna úrtøku úr einum møguleika. Árni Frederiksberg sneiddi seg til baklinjuna í høgru, og undir málinum var Meinhard E. Olsen púra blankur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið og so var 1-0. Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tað B36 at økja um leiðsluna til 2-0, og harvið var spenningurin burtur. Meinhard E. Olsen sneiddi seg leysan næstan á baklinjuni í vinstru, og tá ið hann legði bóltin flatt innfyri, var miðverjin Sonni Ragnar Nattestad við nærra stólpa og stýrdi bóltin í málið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge segði frá báðum málunum hjá B36. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sonna Ragnar Nattestad, ið fegnast um gott spæl, eitt væl stútað mál, og um annan sigurin á Tórsvølli innan fýra dagar. Sonni Ragnar greiðir frá, at tað var avgerandi, at teir í B36 vóru tolnir og ikki fóru í panikk tí málini ikki komu beinavegin. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Ólavur Larsen. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Teiti Joensen, viðmerkjara hjá FM1. 

(B36-ÍF 2-0. Hoyr málini og samrøðu við Sonna Ragnar Nattestad)