##med2##
B68 vann ein sera týdningarmiklan 1-0 sigur á TB við Stóra í Trongisvági fyrr í dag. Sigursmálið var eitt framúr vakurt frísparksmál, ið Steffan A. Løkin meddaði í kassan í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki.
Sigurin merkir, at B68 hevur nú vunnið seg upp á áttanda plássið við 12 stigum.
HER sæst málið frá Televarpinum á Facebook.
TB-B68 0-1 (0-1)
0-1 Steffan A. Løkin (45. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina stutta samrøðu, ið FM1 gjørdi við Steffan A. Løkin.
Steffan heldur, at talan er um bestu løtuna hann hevur havt fyri B68 at síggja frísparkið fara í málið hjá TB.
Steffan dregur fram tey umleið 80 larmandi og stuðlandi viðhaldsfólkini hjá B68 sum ein sera avgerandi faktor fyri, at tað eydnaðist B68 at knógva TB á útivølli í dag.
B68 hevur nú vunnið tveir dystir á rað, og teir fara aftur eftir einum sigri sunnudagin tá EB/Streymur kemur á vitjan.