FM1: Valtjak við Páll á Reynatúgvu (E) og Sámal Petur í Grund (D)

Týsdagin klokkan 16.05 skipar Árni Gregersen aftur fyri valtjaki á FM1

Seinnapartin týsdagin klokkan 16.05 skipar tíðindamaðurin hjá FM1, Árni Gregersen fyri enn einum valtjaki á FM1 millum tvey valevni, ið fáa tíð og rúmd at leggja fram síni hjartamál. 

 

Í dag vera tað Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi og Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýri, ið taka lut í sendingini.

 

Lurtararnir kunnu seta spurningar til Páll og til Sámal Petur. Hetta verður gjørt við at ringja til nummar 200202, ella við at senda eitt sms til nummar 559999. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo