FM1: Viljormur hevði gott tilboð frá suðurkoreanskum felagi

(FM1) Gestir í Fótbóltspanelinum vóru Viljormur Davidsen og Tummas Lervig

Mynd: Tróndur Arge

##med2##

 

Viljormur Davidsen, nýggjur vinstri bakkur hjá HB var høvuðsgestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag. Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig var eisini ígjøgnum til eitt styttri prát um hvussu FM-vinnararnir styrkja hópin til komandi kappingarárið.

 

Viljormur greiddi m.a. frá, at hann hevði eitt ræðuliga gott tilboð frá einum felagið í K-league, bestu fótbóltsdeildini í Suðurkorea. Men til sjeynda og síðst endaði hann í HB, har hann eftir 16 ár uttanlands skal venja seg við at venja um kvøldið, og ikki tíðliga um dagin. Viljormur heldur, at ambisjónirnar hjá HB passa væl til sín, og so gleðir hann seg eisini til at sleppa at spæla úti í Evropa.

 

Tróndur og Viljormur fóru eisini gjøgnum yrkisleiðina hjá Viljormi sum fótbóltsleikari. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

Mynd: Tróndur Arge

Fótbóltspanelið. Gestir: Viljormur Davidsen og Tummas Lervig

Fótbóltspanelið. Gestir: Viljormur Davidsen og Tummas Lervig