Føðingardagsheilsan til Sverra Midjord

Fyrr í tíðini søgdu tey í Amerika, at um ein óviti byrjaði sum blaðdrongur, so kundi hann enda sum miljonerur ella enntá sum presidentur. Okkara føðingardagsbarn byrjaði sína karrieru sum blaðdrongur á »Føroyatíðindi«, og síggja vit, hvussu tað hevur gingist honum, so má ein siga, at hann er komin langt nú hann fyllir sekstifimm!

Uppfostraður varð hann í teimum lítlu húsunum hjá Juliu og Poul í Trøðini mitt í Kirkval. Góða ávirkan høvdu bæði abbin og omman á lítla Sverra, og um tey høvdu livað í dag, so høvdu tey bæði verið stolt av honum!



Ítróttamaðurin Sverre Midjord

Tað er einki at ivast í, at Sverre hevur verið ein av teimum mest ágrýtnu ítróttamonnunum innan føroyskan ítrótt. Hann hevur kanska ikki verið tann mest eleganti, men so avgjørt tann mest effektivi! Hann hevur spælt bæði hondbólt og fótbólt, men tað er innanfyri borðtennis sum hann hevur gjørt eitt avreksverk við at halda lív í Tvøroyrar Borðtennisfelag nú í 50 ár; har hevur hann verið suverenur ? bæði við borðtennisborðið og í leiðsluni. Harumframt hevur Sverre virkað sum stjórnarlimur í Ítróttasambandi Føroya og sitið sum varaformaður tey seinastu 20 árini.

Tað er eisini gleðiligt at hoyra, at Sverre í dag íðkar dansin sum sín fremsta ítrótt, so tað verður kanska skjótt, at hann kann knýta navnið »meistara-dansari« til síni nógvu heiðursnøvn!


Postmaðurin Sverre Midjord

Tað var ivaleyst í sínum arbeiði sum postmaður, at Sverre vann sær nógvar góðar vinir millum fólk á Tvøroyri. Hann hevði ella tók sær tíð til at tosa við fólk, til at taka ein kaffimunn inni hjá eini gamlari konu ella koma við góðum ráðum, tá ið onkur trongdi til tey. Har legði hann nokk grundarlagið til sítt virki sum politikari.


Sjónleikarin Sverre Midjord

Tað var í 50?árunum at vit spældu sjónleik hvønn vetur. Hetta vóru ofta stuttir og stuttligir leikir, og tá var leikluturin hjá Sverra aloftast tann mest skemtisami; hann dugdi so væl! Men eisini tá vit høvdu skemt í Klubbanum og Stjørnan spældi til dans, tá var Sverre frammi á pallinum og fekk fólk at flenna í kíki ? góðar gávur at hava!

Vit báðir framførdu einaferð ein lítlan skemtileik til eina kapping, har vit spældu Heina-Martin og Cowboy-Møller. Fólk stuttleika sær óført, men tá atkvøðast skuldi vórðu vit nummar tvey; Betta hjá Rudolf vann við einum frálíkum songi! Eg veit ikki, um Sverre hevur roynt seg við skemti í Løgtinginum, men ein skellilátur kundi væl loyst upp, tá fast stóð í fonnum!



Politikarin Sverre Midjord

Tað var á ungum aldri, at Sverre fekk við javnaðarrørsluna at gera, um ikki so var, at hann fekk hana í vøggugávu. Men at P. M. Dam var hansara idol, tað var einki at ivast í. Tí tók Sverre eisini yvir, tá hin stóri róðursmaðurin legði frá sær. Fyrst var tað í bygdarpolitikki, men seinni kom hann inn í landspolitikk, og hevur hann virkað leingi og væl. Ja, hetta seinasta vilja øll, sum gjøgnum árini hava valt hann, skriva undir uppá, meðan hansara argastu mótstøðumenn (sovorðnar hevur ein altíð í politikki!) vilja vera við, at Sverre als einki gott hevur gjørt!

Grundtvig gjørdi yrkingina á minnis-varðanum á Odden »Så kæmped de Helte af 2. April«. Sverre hevur ikki barst við svørði og skildri, og heldur ikki við kanónum, men hann hevur bæði í skrift og talu brúkt orðsins skarpa svørð, tá hann á politiska vígvøllinum hevur stríðst sum ein hetja fyri heimbygd sínari Tvøroyri!

Skribenturin Sverre Midjord

Tað hevur stóran týdning fyri ein politikara, at hann fær fram sínar áskoðanir upp á prent. Eins og Kristian Djurhuus hevði »Føroyatíðindi« so hevur Sverre havt »Sosialin« sum sítt »hof-organ«. Men umframt sínar politisku greinir, so hevur Sverre verið óførur til at skriva m fólk, sum fylti ár ? bæði í bundnum og óbundnum stíli ? og um aðrar hendingar, sum fram eru farnar. Her hugsi eg um tey góðu minningarorð, sum hann skrivaði, tá Lis og Kriss vórðu bil-dripin fyri einum ári síðani. Eg havi eisini sæð ta frálíku yrking, sum Sverre gjørdi til Axel Mortensen, tá hann fylti 80 í februar.


Vinmaðurin Sverre Midjord

Eg nevndi áður, hvussu væl bar til hjá Sverra at vinna sær vinir. Vit vóru tríggir musketerar, sum høvdu eitt sera gott vinarlag: ein sevmýrisingur, ein heyggjamaður og ein valari, eitt vinarlag, sum kanska viknaði nakað, tá teir tveir stungu av landinum, Hjarnar til Íslands og eg til Danmarkar, meðan Sverre gjørdi orðini í sanginum til síni: »eg altíð velja vil mær Tvøroyri!« Tá vit aftan á mong ár hittust aftur í 1992 til ein avbera góðan døgurða hjá Tove og Terja, ja, so var lagið eins og í gomlum døgum! Eg loyvi mær at bera tær eina heilsan frá Hjarnari og endi míni orð til tín við at siga

Ver heilsaður vinmaðurin!


      Thorolf Dam