Føðistaður Hitlers er nú løgreglustøð

Nú verður húsið, har Adolf Hitler varð føddur, brúkt sum løgreglustøð.

Bygningurin, har Adolf Hitler varð føddur í 1889, er nú bygdur um til løgreglustøð eftir eina umfatandi umbygging. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Nýggja løgreglustøðin letur upp í dag í húsunum á Salzburger Vorstadt 15 í býnum Braunau am Inn við markið millum Eysturríki og Týskland.

Sambært AFP hevur húsið í nógv ár verið umstrítt, tí tað var her, at nazileiðarin Adolf Hitler varð føddur 20. apríl 1889.

Í nógv ár hevur verið kjak um, hvat bygningurin skuldi brúkast til. Síðani 2011 hevur hann staðið tómur, og javnan hava nýnazistar savnast har á føðingardegi Hitlers.

Tí samtykti eysturríkska stjórnin í 2016 at ognartaka bygningin. Síðani varð avgjørt at byggja hann um til løgreglustøð.

Umbyggingin byrjaði í 2023 og hevur kostað 20 milliónir evrur, svarandi til umleið 150 milliónir krónur. Sambært AFP er húsið nú so nógv broytt, at tað nærum ikki kennist aftur.

Frammanfyri nýggju løgreglustøðina er reistur ein stórur steinur við boðskapinum:

– Fyri frið, frælsi og fólkaræði. Ongantíð fascisma aftur. Milliónir av deyðum ávara.

Undir leiðslu Hitlers innlimaði Nazitýskland Eysturríki í 1938. Síðani vórðu umleið 65.000 eysturríkskir jødar dripnir, og umleið 130.000 noyddust at flýggja landið.

 

##med2##

Enn í dag eru viðurskiftini hjá Eysturríki til nazitíðina eitt viðbrekið evni. Landið hevur í nógv ár fingið atfinningar fyri ikki í nóg stóran mun at hava tikið ábyrgd fyri leiklutinum, sum nógv eysturríksk tóku undir seinna heimsbardaga.

Áður hava uppskot verið um at gera føðistaðið hjá Hitler til eitt holocaust-savn ella eitt friðarsetur, men myndugleikarnir vrakaðu serliga savnsætlanina av trygdarávum.

 

Bygningurin, har Adolf Hitler varð føddur í 1889, er nú bygdur um til løgreglustøð eftir eina umfatandi umbygging. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Á steininum uttan fyri nýggju løgreglustøðina stendur: "Fyri frið, frælsi og fólkaræði. Ongantíð fascisma aftur. Milliónir av deyðum ávara." (Mynd: Ritzau Scanpix) Myndatekstur 2: