Noreg minnist tey 77 deyðu eftir Breivik-álopini

Noreg minnist í dag tey 77 fólkini, sum lótu lív í yvirgangsálopunum hjá høgravíðgongda Anders Behring Breivik 22. juli í 2011.

Minningarhaldið verður hildið bæði í Oslo og á oynni Utøya, har størsta vanlukkan fór fram.

 

Í Oslo fara umboð fyri avvarðandi, stuðulsbólkar og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, at halda røðu. Síðani verða nøvnini á teimum 77, sum lótu lív, lisin upp, kransar lagdir, og gudstænasta verður í dómkirkjuni. Haraldur kongur og Sonja drotning verða eisini til staðar.

 

Seinni í dag verður minningarhald á Utøya.

 

– Eg havi ongantíð runnið so skjótt

 

Ein av teimum, sum slapp undan á Utøya, er Ola Helmich Borchgrevink Pedersen. Hann var 16 ára gamal, tá Breivik leyp á summarleguna hjá ungmannafelagnum hjá Arbeiðaraflokkinum.

 

– Tað var, sum um alt broyttist upp á eitt sekund. Kroppurin tók yvir og gjørdi seg til reiðar at flýggja og yvirliva. Eg havi ongantíð runnið so skjótt í lívi mínum, sigur hann við norska miðilin VG.

 

Hann misti unnustu sína, Margrethe Bøyum Kløven, sum eisini var 16 ára gomul.

 

Mest álvarsama yvirgangsálopið í friðartíð

 

Breivik sprongdi fyrst eina bilbumbu í við stjórnarbygningin í Oslo, har átta fólk doyðu.

 

Síðani fór hann til Utøya, har hann, klæddur sum løgreglumaður, skeyt 69 ung og vaksin til deyðis.

 

Álopini verða mett sum tey álvarsamastu í friðartíð í søgu Noregs.

 

Breivik varð í 2012 dømdur 21 ára fongsulsrevsing, sum er hægsta revsingin sambært norskari lóg. Revsingin kann tó leingjast, um myndugleikarnir meta hann framvegis vera vandamiklan.

 

Sunnudagin varð eitt varandi minnismerki avdúkað við stjórnarbygningin í Oslo. Tað er ein 12 metra høg standmynd, har nøvnini á teimum 77 deyðu eru rist inn. Stenurin í minnismerkinum er tikin av Utøya og úr Tyrifjørðinum, har oyggin liggur.