– Vit hava nógv góð starvsfólk, sum arbeiða hart upp undir ólavsøkuna. Hetta er høvuðsárstíðin hjá okkum, so vit hava veruliga úr at gera, sigur Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari hjá Føroya Bjór.
Millum vørurnar, sum selja serliga væl til ólavsøkuna, eru Veðrurin, Sluppin, gull og Nordic Cider. Eisini er Vodka Lemon vorðin sera væl umtókt.
– Vit eru alla tíðina í holt við at menna nýggjar vørur, og til ólavsøkuna kemur eisini ein nýggj vøra, sum vit eru sera spent upp á, sigur Annika Waag.
Einar’s Distillery fyllir 10 ár
Í ár eru liðin 10 ár, síðan Einar’s Distillery varð sett á stovn. Tað verður hátíðarhildið við einari nýggjari útgávu av Einar’s Whisky, sum verður latin úr hondum til ólavsøkuna.
– Vit hava nørdast og granskað í 10 ár, og nú eru vit klár at geva eina nýggja útgávu út. Talan er um eitt nýtt batch, sum hevur lagrað í seks ár, sigur Annika Waag.
Whiskyútgávan verður sostatt ein av serligu vørunum hjá Føroya Bjór til ólavsøkuna í ár og samstundis ein hátíðarmerking av tí fyrsta áratígginum hjá okkara whiskyframleiðsu.
Føroya Bjór hevur røtur aftur til 1888, men úrvalið hjá virkinum er í dag munandi breiðari enn øl og sodavatn. Seinastu árini hevur virkið eisini ment whisky, akvavitt, gin, cider og mangt annað.
Øl til føroyska matin
Veðrurin, Gull, Slupp og 1888 eru sambært Anniku Waag øl, sum eru serliga væl egnaðar til ólavsøkuna.
Øl hóskar væl aftur við tí ræsta og salta matinum, sum nógv eta á ólavsøku, og tí mælir Føroya Bjór til at velja øl aftur við føroyskum mati heldur enn vín.
– Øl hóskar til allan mat, men serliga væl til ræstan mat. Av tí at øl hóskar so væl til siðbundnan føroyskan mat, viðmæla vit, at ølin verður vald fram um vínið til ólavsøkuna, sigur hon.
Annika Waag minnir samstundis fólk á at leggja ølið á køl í góðari tíð. Tað kann taka fleiri tímar at køla eina fløsku ella dós heilt niður, og tí er skilagott ikki at bíða til beint undan borðhaldinum ella veitsluni.
Akvavitt er partur av siðvenjuni
Tað er eisini ein føroysk ólavsøkusiðvenja at keypa akvavitt. Føroya Bjór framleiðir bæði Einar’s Akvavitt og Cask Akvavitt, sum hevur vunnið sær stóran tokka millum føroyingar.
Akvavitturin verður framleiddur við føroyskari hvonn. Sambært Anniku Waag er ikki neyðugt at leggja hann í frystiboksina. Tað er nóg mikið at hava hann í køliskápinum.
Einar’s Akvavitt er framleiddur við føroyskum vatni og føroyskari hvonn og er mentur til at hóska saman við siðbundnum føroyskum mati.
Sisu og Jolly til ólavsøkuna
Tað eru ikki bara øl og brennivín, sum nógv verður selt av. Av sodavatni eru serliga Sisu og Jolly væl umtókt til ólavsøkuna.
Nordic Cider og Vodka Lemon hava eisini fingið ein týðandi leiklut í úrvalinum - serliga til yngra ættarliðið - og tað vísir, at føroyingar ikki bert velja tær klassisku vørurnar.
– Klassisku vørurnar standa framvegis sterkar, men fólk eru eisini opin fyri nýggjum smakki og øðrvísi drykkjum, sigur Annika Waag.
Til góðveður og kokkteylar hevur Føroya Bjór eisini ginn av góðari góðsku við nógvum urtum. Tað hóskar væl til tær ljósu summarnæturnar og til at gera drykkir og kokkteyls burturúr.
Múlafossur vekur áhuga
Ølin, Múlafossur, er framleidd við føroyskum byggkorni. Saman við Black Sheep eru tær serliga nógv eftirspurdar hjá ferðafólki, sum fegin vilja royna eina vøru, ið hevur greiðan føroyskan uppruna.
Tað føroyska eyðkennið gongur aftur í stórum parti av framleiðsluni hjá Føroya Bjór. Virkið heldur fast í teimum gomlu siðvenjunum, men arbeiðir samstundis støðugt við at menna nýggjar vørur og smakkir.
Til ólavsøkuna verður tí bæði pláss fyri tí vælkenda Veðrinum, Sluppini og akvavittinum og fyri cider, kokkteylum, gin og seks ára gomlum whisky.
Og boðskapurin frá Føroya Bjór er greiður: Leggið drykkirnar á køl í góðari tíð – og njótið føroyskt aftur við føroyska matinum á tjóðarhátíðini. Føroya Bjór ynskir øllum føroyingum eina góða ólavsøku
Serlig Ólavsøku útgáva av Einar’s Whisky
Ólavsøkan er høvuðsárstíð hjá Føroya Bjór, og vikurnar undan tjóðarhátíðini hava starvsfólkini á bryggjarínum úr at gera við at framleiða og gera vørurnar klárar. Í ár verður bæði pláss fyri væl kendum klassikarum og einari serligari útgávu frá Einar’s Distillery.