WC í Mylnugøtu og økið, har standmyndin av traðarmanninum stendur, er byrgt inni við byggiplátum í sambandi við umvælingararbeiðið, sum fer fram. Fyri at tað skal síggja eitt sindur hugaligari út, so eru veggirnir klæddir við myndum av gomlu Havnini.
– Meðan vit umvæla nútíðina – minnast vit fortíðina, skrivar Tórshavnar kommuna á vegginum, har gamlar myndir úr Vágsbotni eru at síggja.
Har síggjast eitt nú bátar framman fyri Miðlahúsinum, gomlu handilshúsinum hjá Valdemar Lützen og Zachariasi Heinesen.
Har síggjast eisini myndir av bygningunum á Bryggjubakka, tá Poul Hansen Heilsøla hevði sítt virksemi har, og har síggjast myndir av hýruvognum í Liðagøtu longri uppi í býnum – og aðrar myndir við.
Arbeiðið, sum fer fram á staðnum, er at gera eitt nýtt alment wc har, eftir at eldur kom í gamla wc. Fyri at gera tað betri atkomuligt, skifta transformatorstøðin hjá SEV og gamla wc pláss, so lættari verður at koma fram at wc'unum hjá rørslutarnaðum.
Arbeiði væntast liðugt til næstu ólavsøku.
##med2##
##med3##
##med4##













