Føroya Festivalurin verður í Esbjerg næsta vikuskifti

Føroya Festivalurin »er lige om hjørnet« sum tey siga á donskum, og fyrireikarirnar eru við at leggja síðstu hond á skránna til Festivalin, ið verður vikuskiftið 3. - 4. september á stóra og populera konsertstaðnum Tobakken í Esbjerg.

Tað skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi:

 

Fríggjakvøldið hava flestu fólkini ivaleyst pussað dansiskógvarnar, artistarnir tað kvøldið berða boð um, at man fær hug til at taka ein svingom. Artistarnir hetta kvøldið vera Herborg, Evi Tausen, Halleluja Sofus, Marner av Lofti & Jessica Hallursdóttir, HitMen

 

Fríggjakvøldið opna dyrnar kl 19.00 og tónleikurin byrjar kl 20.00.

 

Vit enda fríggjakvøldið kl 01.00

 

Leygardagin er Rock/Pop og Bluse kvøld.

 

Hetta kvøldið hevur festivalurin eisini eitt yvirraskilsið. Fyri fyrstu ferð í 30 ár fara Føroyar og Danmark at spæla ein endaspæl kvalifikatiónsdyst. Hetta hevur sera stóran áhuga millum føroyingar í Danmark, og tí hevur Føroya Festivalurin keypt rættindini at vísa dystin á stórskíggja á Tobakken, har festivalurin verður hildin. Tí verður leygarkvøldið ein góð blanding av føroyskum live tónleiki og live landsliðsfótbólti.

 

Vit hita eisini upp til dystin við góðum føroyskum syngi við tónleiki, og eftir dystin verður eitt brak av rocktónleiki líka til kl 02.00

 

Bert 500 atgongumerki eru sett til sølu, og nú vit nærkast 3. og 4. september er sera stórur áhugi fyri festivalinum, so um man vil uppliva hetta sermerkta føroyska vikuskiftið í Esbjerg, so er at skunda sær. Atgongumerið kunnu keypast við at trýsta á linkið

 

Atgongumerkið er galdandi bæði fríggjakvøld og leygarkvøld, eisini verður møguleiki at keypa eindagsbillettir við dyrnar.

 

https://m.billet.dk/foroya-festivalen?fbclid=IwAR0c1AMJL8kBkvmDcEgkxZruQGMT1DJz4nV6QSmMcMzNNzAEgtnmVmATW0c#bio

 

Leygardag.

 

kl 17:00 Dyrnar opna

 

kl 17.30 Uni Debes

 

kl 18.30 Tinganest & Sámal Ravnsfjall

 

kl 19.45 Signar í Homrum

 

kl 20.45 Landsdystur Føroyar & Danmark í hálvleikinum verður syngi við.

 

kl 23.00 Hamradun

 

kl 24.00 Rock Show Við Edmund, Karl Martin og Sveinur.

 

kl 02.00 Endar