Føroyar eru á odda 16-9 í steðginum

Føroysku kvinnurnar hava verið greitt omaná í fyrra hálvleiki í EM-undankappingardystinum í Luksemborg

Steðgur er í EM-undankappingardystinum millum kvinnulandsliðini hjá Luksemborg og Føroyum.

 

Føroyar eru greitt omaná leikliga, og eru tær á odda 16-9 í steðginum.

 

Ingi Olsen, viðmerkjari hjá KVF heldur, at tær føroysku brenna heldur nógvar málmøguleikar.

 

Málskjúttar Føroyar: Pernille Brandenborg 5/5, Jana Mittún 4/5, Lív S. Poulsen 3/4, Súna K. Hansen 3/5, Maria P. Nólsoy 1/2.

 

Annika Fríðheim Petersen hevur bjargað fimm av 14 málroyndum