Í kvøld spæla Føroyar og Bosnia Hersogovina avgerandi hondbóltslandsdyst Við Tjarnir, og nú í hálvleikinum er støðan 17-15 til Bosnia Hersogovina.
Tað merkir, at støðan millum londini nú stendur á jøvnum, tá Føroyar í útidystnum herfyri vunnu við tveimum málum.
Gongdin í dystinum higartil hevur ikki verið júst tann, sum vit vónaðu, men vit hava góðar vóniir um, at seinni hálvleikur fer at eydnast betur.
Hákun Vest av Teigum hevur higartil skotið sjey mál, og í fyrra dystinum móti Bosnia Hersogovina skeyt hann 11 mál tilsamans.
Føroyska verjan hevur ikki staðið seg nógv væl, og soleiðis hava vit heldur ikki sæð tær stóru bjargingarnar higartil í dystinum.
Men, í seinna hálvleiki vóna og vænta vit, at vit fara at síggja eina aðra og betri gongd, soleiðis at føroyska manslandsliðið hálar sigurin í hús.
##med2##











