Føroyar feldu Italia

Talan var um stórt altjóða gjøgnumbrot hjá fleiri blaðungum spælarum, tá ið tað eydnaðist at vinna ímóti Italia

Tá ið havt verður í huga, hvussu avrikið og úrslitið var fyri 24 tímum síðani, tá ið Føroyar taptu ímóti Luksemborg, so var talan um stóra sensatión, tá ið føroyska hondbóltslandsliðið í kvøld sigraði ímóti italsku favorittunum.

 

Úrslitið var 27-26, eftir at Italia í hálvleikinum var frammanfyri 13-11.

 

Fleiri føroyskir spælarar vístu í kvøld avrik, sum teir ongantíð áður hava víst á landsliðnum, tí teir hava ikki havt møguleika fyri tí.

 

Millum fleiri var 19 ára gamli málverjin Pauli Jacobsen ein. Hann bjargaði aftur og aftur, tá ið italsku spælararnir vóru í uppløgdum støðum at skora.

 

-Eg spældi ikki væl í gjárkvøldið. Nú var eg ógvuliga uppsettur. Tað eydnaðist beinanvegin at bjarga, og so hvíldi eg í mær sjálvum. Vit vóru væl fyrireikaðir, og tað var stong inn í álopsspælinum, meðan tað í gjárkvøldið var stong út, og í verjuspælinum høvdu vit eisini marginalirnar við okkum. Nú fara vit til hús at fyrireika okkum at spæla ímóti Lettlandi, og vit hava álit á, at tað skal eydnast at vinna, sigur stjørnuspælarin í føroyska málinum.

 

Pauli Jacobsen hevur spælt á unglingaliðum í Skanderborg, men í løtuni er hann í Føroyum, og tað er væl hugsandi, at hann fer av aftur landinum. Í hvussu so er, so var tað ætlanin hjá Skanderborg at hava hann í felagnum. Eftir avrikið í kvøld munnu tað vera onnur feløg, sum hava fingið eyga á stórspælandi unga mannin millum føroysku stólparnar.

 

Tølini siga, at Pauli bjargaði 15 av teimum 37 royndunum, sum italiumenn høvdu ímóti honum. Tað er stívliga 40 prosent.

 

Ein annar var blaðungi Pauli Mittún, sum var framúr spælskipari og spældi við stórum sjálvsáliti og øgiligum hugflogi. Og uppaftur ein annar var strikuspælarin Theis Rasmussen, ið á bardist sum ein úlvur og saman við fleiri øðrum var framúr í verjuni.

 

So var tað Tróndur Mikkelsen, ið var toppskjútti við sjey málum, og sum var framúr í álopspartinum, og aftur í kvøld var Hákun West av Teigum eyðsýndur á høgra veingi. Hann var næstbesti málskjúttin við seks málum.

 

-Hetta var framúr avrik. Úrslitið var væl betri, enn tað var í gjárkvøldið, men eg haldi ikki, at talan var um so øgiliga nógv øðrvísi avrik. Í kvøld høvdu vit marginalirnar á okkara síðu. Tað kendu vit okkum ikki hava í gjárkvøldið, sigur føroyski venjarin Peter Bredstorff-Larsen.

 

Fyrstu løtuna gekk tað javnt á, og Føroyar vóru frammanfyri við einum og tveimum málum, inntil støðan var 10-10. Tá eydnaðist tað Italia fram ímóti steðginum at skora trý mál, meðan Føroyar bara skoraðu eitt mál, og so var 13-11 eftir fyrra hálvleik.

 

Hesa løtuna var tað óheppið, at Føroyar ikki megnaðu at fáa nyttu úr at vera í yvirtali, meðan Italia skoraði, hóast liðið var undirmannað.

 

Eftir steðgin fótaðu føroyingar sær aftur, og Føroyar løgdu seg á odda 20-17. So var møguleikin at økja um munin til fýra mál. Tað miseydnaðist, og tá ið Italia javnaði og legði seg framum, fór møguleikin at spøkja, at tað aftur fór at miseydnast, og at talan fór at verða um øgiligt vónbrot, tá ið havt verður í huga, hvussu framúr avrikið var.

 

Tað var torført at hava tak á sterka og snilda strikuspælaranum, sum javnaði til 22-22, men í álopi hildu føroysku spælararnir høvdið kalt. Italia var frammanfyri 25-24, men Filip Jojic javnaði til 25-25, so legði Hákun West av Teigum Føroyar á odda 26-25. Italia javnaði til 26-26, og tað var góð mynd av avrikinum, tá ið Theis Horn Rasmussen stríddi seg til at skora. So var 27-26. Italia fór í álop við sjey ímóti seks, men tað eydnaðist ikki at skora.

 

Pauli Jacobsen stóð við bóltinum, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og ei undur var í, at liðfelagarnir flokkaðust um 19 ára gamla málverjan, sum átti sín stóra lut í fína liðavrikinum, ið bar sigur ímóti Italia við sær.

 

Í morgin bíðar Lettland. Um tað eydnast Føroyum at vinna, so vera Føroyar annað av liðunum, ið fara at halda fram í HM undankappingini.

 

https://in.fo/myndasavn

 

Italia – Føroyar 26-27 (13-11)

 

Dómarar:

 

Føroyar: Pauli Jacobsen, Nicholas Satchwell, Helgi H. Hoydal, Hákun West av Teigum 6, Teis Horn Rasmussen 2, Leivur Mortensen, Rókur Akralíð, Rói Berg Hansen 3, Kjartan Johansen, Jónas G. Djurhuus 1, Filip Jojic 1, Vilhelm Poulsen 3, Peter Krogh 2, Niclas Selvig, Tróndur Mikkelsen 7, Pauli Mittún 2