Tað vóru ikki ráðini frá skriftlærdu fiskifrøðingunum í Nóatúni², ið førdu til, at Føroyar fóru á húsagang í oktober 1992. ICES og Fiskirannsóknarstovan hava á hvørjum ári síðan viðkanina av fiskimarkinunum út á 200 fj. og fiskastovnarnir undir Føroyum blivu ogn Føroya fólks, ávarað ímóti tí alt ov høga veiðutrýstinum á botnfiskastovnarnar undir Føroyum. Hesi ráð eru og hava aloftast verðið skúgvað til viks til fyrimunar fyri ráðini frá fiskifrøðingunum í R.C. Effersøesgøtu og á Bryggjubakka. Í tíðarskeiðnum 1985-1993 minkaði veiðan av botnfiski undir Føroyum úr 140.000 tonsum niður í 60.000 tons. Úrslitið var eini 1200-1500 færri arbeiðspláss á sjónum og eini 2000 færri arbeiðspláss á teimum 10 flakavirkjunum, ið ikki longur var rúm fyri.
Nyrup og Lykketoft í parti við Fiskirannsóknarstovuni
Ráðini frá ICES og Fiskirannsóknarstovuni í árunum undan húsaganginum vóru sera greið-gevist við at fiska tosk ella minkið heilt munandi um fiskiskapin. Fiskirannsóknarstovan hevur ongantíð í sínum ráðum tikið dagar ímillum, hvør skuldi taka politisku avgerðina. Tað verið seg Dam, Ellefsen, Sundstein, Petersen, Joensen ella Nyrup. Ein illgiting um, at hugmóðin á Fiskirannsóknarstovuni varð broytt, er tí púra burtur við. At hetta skal koma frá einum tíðandi fjølmiðli sum Sosialinum, har ein hevði væntað ørvísi innlit og álvarsama viðgerð í einum leiðara, er tí sera ørkymlandi.
Mælti til at biðja Jean Jacues Maguire koma
Tað var Fiskirannsóknarstovan, ið á sumri 1995 mælti Landsstýrinum til á at fáa kanadiska fiskifrøðingin Jean Jacques Maquire at koma til Føroyar fyri A. Saman við Fiskirannsóknarstovuni gera eina endurmetan av stovnsmetingunum hjá ICES sama vár og B. At meta um arbeiðsgongdirnar á Fiskirannsóknarstovuni og arbeiðið á stovninum yvirhøvur. Sosialurin man vera einasti fjølmiðil og einasti í Føroyum yvirhøvur, sum ikki minnist, at tað var næstan einki livandi at fáa undir Føroyum í tíðarskeiðnum 1989-1994, og at hetta var ein tann stórsta orsøkin til húsagangin. Við ársenda 1994 byrjaði at bragda aftur, og í yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinason várið 1995 var fitt av toski í veiðuni. Hetta, saman við øllum tilfarinum annars, ið Fiskirannsóknarstovan savnar á hvørjum ári til grund undir stovnsmetingunum, varð lagt fyri ICES í 1995. ICES metti, at hóast glottan í yvirlitstrolingini, so var vandin fyri stovninum enn alt ov stórur til, at teir kundu mæla til ein linna í reguleringini. Víst var til, at í eina líknandi støðu í toskastovnunum við New Foundland og á eysturstrondini av Canada nøkur ár fyri, hevði økta kvotan, ið tá varð latin, ført til, at toskastovnarnir har vórðu endaliga niðurfiskaðir, og enn ikki eru komnir fyri seg.
Gongdin í 1995
Í yvirlitstrolingini á sumri 1995 var eisini fitt av toski at fáa, og við støði í hesi og yvirlitstrolingini um várið, gjørdi Jean Jacques Maguire saman við fiskifrøðingunum á Fiskirannsóknarstovuni eina nýggja stovnsmeting av botnfiskastovnunum undir Føroyum, íð varð løgd fyri ICES heystið 1995. Niðurstøðan í hesi nýggju stovnsmeting var, at støðan í toskastovninum var betur enn fyrr mett, og at tað var ráðiligt at hækka kvotuna av toski. Hinvegin varð eisini mett, at støðan hjá upsanum var verri enn fyrr mett, og at henda kvotan átti at verðið lækkað munandi. ICES helt tó fast við sína niðurstøðu frá várinum viðvíkjandi toskinum, men var samd við Jean Jacques Maguire og fiskifrøðingunum á Fiskirannsóknarstovuni um upsan. Hóast niðurstøðuna hjá ICES mælti Fiskirannsóknarstovan Landsstýrinum til at hækka kvotuna av toski; samstundis var mælt til at minka kvotuna av upsa.
Er við til at loysa ein politiskan trupulleika
Við at mæla Landsstýrinum til at fáa eina endurmeting av fiskastovninum mitt í árinum 1995 var Fiskirannsóknarstovan við til at fáa loyst ein sera stóran politiskan trupulleika. Eftir vanligari mannagongd skuldu stovnarnir av botnfiski ikki viðgerast av ICES aftur fyrr enn á vári 1996, og uttan endurmetingina hevði Landsstýrið ikki havt møguleika at hækka kvotuna av toski heystið 1995. At Landsstýrið ikki samstundis tók ráðini um at lækka kvotuna av upsa til eftirtektar, svíða vit so harafturímóti fyri i dag, nú stovnurin av upsa er minni enn nakrantíð fyrr í tíðini, vit hava stovnsmetingar fyri, og eftir røttum átti at verðið friðaður.
Fortreytir og forsagnir
Stovnsmetingar og forsagnir um komandi veiðu byggja sum allar aðrar metingar og forsagnir á, hvussu viðurskiftini hava verið áður, hvussu var fiskiskapurin hjá skipunum í fjør, hvussu er aldursbýtið í veiðuni, hvussu sá tað út í yngulkanningunum, hvussu hildnaðist yvirlitstrolingin og so framvegis. Øll hesi tøl verða sett inn í ein hagfrøðiligan frymil (model), og út frá hesum verða sannlíkindi roknað fyri fiskiskapinum komandi tíðina. Men sum í øllum øðrum eru úrslitini tengd at fortreytunum. Vísir tað seg, at veruleikin er ørvisi enn fortreytirnar, so verður fiskiskapurin eisini ørvísi. Hetta hava vit sæð í fleiri førum. Eitt var, tá tað í forsøgnini viðvíkjandi toski í 1990 varð roknað við miðal tilgongd, og tað síðan vísti seg, at tilgongdin var langt undir miðal, varð úrslitið at fiskiskapurin av toski gjørdist nógv minni, enn forsagnirnar vístu. Eitt annað var í 1996, tá dagatalið hjá t.d. línuskipunum varð roknað eftir miðal dagatalinum í tíðarskeiðnum 1986-1995. At kalla øll hesi árini royndu línuskipini yvirhøvur á djúpum vatni eftir longu og brosmu. Men bæði i 1995 og 1996 hava somu skip yvirhøvur roynt grynnri eftir toski og hýsu. Eisini tykist royndin undir Íslandi at vera minkað. Úrslitið er, at veiðan av toski hjá línuskipunum er nógv størri, enn roknað varð við, tá fiskidagaskipanin varð sett í gildi. Sama kann sigast um t.d. partrolarar og snelluskip.
Lurta eftir ICES
Skoðsmálið frá Jean Jacques Maguire um Fiskirannsóknarstovuna loyvir ikki nakra undirmeting av tilfarinum frá okkum, og vit kunnu uttan at skammast møta á fundi í ICES. Eisini hevur Jean Jacques Maguire bæði í 1996 og 1997 luttikið fyri Føroyar í arbeiðsbólkinum í ICES, sum hevur mett um stovnarnar undir Føroyum. Hann varð í fjør valdur til formann í ráðgevandi nevndini hjá ICES (ACFM), ið gevur endaligu ráðini frá ICES. Og hann hevur tí í ár og trý ár fram ábyrgdina av ráðunum frá ICES um hvussu allir fiskastovnar í ICES økinum eiga at troytast í komandi árum. ICES hevur tí, eins og Fiskirannsóknarstovan, fullt álit á Jean Jacques Maguire.
Øll limalondini í ICES lurta eftir ráðunum haðani. Tað verið seg EU, Russland, Ísland, Noreg, etc. , og eisini Grønland, sum hevur eygleiðara status eins og Føroyar lurtar eftir ICES. Høvuðsgrundin fyri hesum er, at við virknum fiskirannsóknarstovum, ið í felag meta um stovnarnar hvør hjá øðrum, fæst ein meting, sum er leys av fíggjarligum og politiskum áhugamálum í hvørjum landi sær. Tá Sosialurin í nevnda leiðara metur, at ³neyvan lurtar nakar eftir ICES², má hetta merkja vit føroyingar. Hví føroyingar skulu vera so framúr klókari enn øll í øðrum londum, ið hava eina virkna fiskivinnu á sjónum, er ilt at vita, men tað ber til at gita, at leiðarin heldur enn eitt ynski um at fáa eina so góða og óhefta meting sum gjørligt, nýtir ICES og Fiskirannsóknarstovuna við onkrum ósakligum endamáli.
Vit eru øll fiskifrøðingar
Tann vitan, íð fiskimenn hava ognað sær í sínum dagliga strevi á sjónum, er ein ótømandi kelda eisini hjá Fiskirannsóknarstovuni, og vit kundi ynskt, at umstøður vóru til í enn størri mun enn nú, at savnað og troytt hesa vitan til frama fyri bæði stovnsmetingar og fyri at savna vitan yvirhøvur um livilíkindi og broytingar í atburði hjá fiski og í sjónum undir Føroyum. Men, samanborið við líknandi stovnar í øðrum londum, er Fiskirannsóknarstovan ein evarska lítil stovnur við eini sera lítlari fíggjar- og manningarorku. Dagliga strevið er tí at fáa til vega neyðuga tilfarið til stovnsmetingarnar. Hetta ger starvsfólkið á Fiskirannsóknarstovuni eftir mínum tykki fyrimyndarliga, og tað er tí sera hugstoytt at lesa ein so niðurgerandi leiðara sum í Sosialinum 7. Juni. Persónliga havi eg altíð hildið, at leiðarar í dagbløðum áttu at havt eina adressu, verði kritiskir, men eisini sakligir. Leiðarin í Sosialinum hevur eftir mínum tykki eitt ósakligt ørindi, er illa undirbygdur, og er skrivaður í einum demagogiskum stíli, ið tíðin langt í verðini síðan er farin frá.
Hjalti í Jákupsstovu