Føroyar góvu Íslandi skarpan gang, men taptu 3-1

EM-undankapping, U18 gentur:

 

Ísland – Føroyar 3-1 (25-22, 29-31, 25-20, 25-13)

 

Tað gekk sum eftir ánni hjá Føroyum fyrstu løtuna í U18 EM-undankappingardystinum í flogbólti ímóti Íslandi, men eftir 14-7 kom stígur í, og Ísland javnaði til 17-17 og vann settið 25-22.

 

Annað sett kundi farið báðar vegir, men at enda vunnu Føroyar 31-29.

 

Í triðja setti fór Ísland tíðliga avgerandi framum og megnaði at halda munin alt settið, sum Ísland vann 25-20.

 

Eftir hetta tóktist sum um, at luftin var farin úr føroysku ballónini, og Ísland vann lættliga 25-13.

 

Um ikki Liktinstein tekur øll á bóli í dystinum ímóti Íslandi í morgin, merkir úrslitið, at Føroyar skulu spæla hálvfinalu ímóti nr. eitt í hinum bólkinum í morgin kl. 19:30. Tað verður helst ímóti Skotlandi ella Írlandi.