Føroysk kvinna dømd fyri álv­ars­lig tele­fon­svik fyri mill­ión­ir

Ein 57 ára gomul føroysk kvinna lumpaði fólk til at halda, at hon var frá løgregluni. Hon kærir dóm fyri svik fyri fleiri milliónir.

Ein kvinna, sum varð ákærd fyri álvarsligt svik við at látast at vera frá løgregluni, varð í dag dømd fýra ár og seks mánaðir fongsulsrevsing í býarrættinum í Keypmannahavn.

Hesum boðar TV 2 frá.

Undir viðgerðini noktaði 57 ára gamla Christina Achene Matras, sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, seg seka í fleiri málum um svik, sum byrjaðu við eini telefonsamrøðu.

Ágóðin var fleiri milliónir krónur.

Hon hevur kært til Landsrættin á staðnum.

Eftir dómin hevur rætturin avgjørt, at hon skal vera verandi í varðhaldi.

Orsøkin er, at vandi er fyri, at hon fer at fremja svik aftur, meðan hon er leys.

Brotsverkið fór fram í november og desember 2024, stendur í ákæruritinum.

Í fleiri førum varð telefonsamrøða fylgd við heimavitjan hjá ofrunum, sum fingu at vita, at tey stóðu frammi fyri einum løgreglufólki.

Kontanti ágóðin var góðar níggju milliónir krónur.

Harumframt var ein roynd at svika eina kvinnu í Gentofte fyri heilar 37 milliónir krónur.

Hetta offrið varð yvirtalað at lata upp kontu í talgilda bankanum Revolut. Ætlanin var, at hon skuldi flyta eina komandi útgjalding av einum arvi upp á tær 37 milliónirnar á kontuna, sum tann 57 ára gamla eisini hevði atgongd til. Hetta svikið eydnaðist tó ikki.

 

/Ritzau/