U18 flogbóltsdreingirnir vunnu á Skotlandi

Føroysku U18 dreingirnir fingu eina frálíka byrjan og vunnu á Skotlandi

Tíðindaskriv:

 

Føroysku U18 dreingirnir hava nú leikt fyrsta dystin í EM undankappingini í Dublin. Tað gekk væl, og dreingirnir vunnu rættuliga sannførandi 3-1 við settmununum: 25-20, 25-16, 17-25 og 25-22.

 

Føroysku U18 dreingirnir løgdu seg beinanvegin á odda í fyrsta settið og hildu leiðsluna allan vegin. Í øðrum settið varð munurin enn meira eyðsýndur og føroyska liðið vísti til tíðir sera gott spæl. 

 

Í triðja settið var føroyska liðið sum hamskift og millum lítið og onki eydnaðist til fulnar. Skotland legði seg á odda beinanvegin og føroyska liðið megnaði ikki at fáa teir aftur. 

 

Í fjórða settinum kom føroyska liðið aftur á beint og vann settið og harvið dystin og fekk eina góða byrjan uppá kappingina ímóti einum rættuliga sterkum skotskum liðið.

 

Kl. 11.00 í morgin - týsdagin 13. januar - leikar Føroyar ímóti Írlandi og kl. 17.00 ímóti Norðurírlandi.