Føroyar hava aldrin tapt fyri Lettlandi

Klokkan 17 spæla Lettland og Føroyar dyst um triðja plássið í Baltic Cup

Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska fótbóltslandsliðið dyst um triðja plássið í Baltic Cup kappingini.

 

Dysturin verður leiktur í Riga móti Lettlandi. 

 

Føroyar taptu greitt 1-4 (1-1) fyri Estlandi, har tað gekk serliga illa í seinna hálvleiki. Lettland tapti á heimavølli 0-2 (0-0) fyri Litava.

 

Føroyar hava fimm ferðir spælt móti Lettlandi. Teir fimm dystirnir vóru leiktir millum 7. oktober í 2016 og 14. november í 2020.

 

Vit hava ongantíð tapt fyri Íslandi. Vit hava vunnið á einum sinni og fýra dystir eru endaðir við javnleiki.

 

Veddingarfyritøkurnar hava tó Lettland sum favoritt til at vinna dystin, ið byrjar klokkan 17.

 

HER eru úrslitini í dystunum higartil millum Føroyar og Lettland við teimum oddsunum, ið vóru latin til hesar dystirnar:

 

##med2##