Føroyar spæla fyri triðja plássinum

Í sínum tíggjunda landsdysti var vongverjin í vinstru Martin Agnarsson fyri fyrstu ferð málskjútti, tá ið Føroyar vunnu á útivølli í Gibraltar

Málið var at vinna øll stigini, og longu fríggjakvøldið eftir 1-0 tapið og góða avrikið á heimavølli ímóti Kroatia, segði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari, at tað í Gibraltar ráddi um at vinna øll stigini. Hvussu spælið og avrikið fóru at vera, hevði ikki so nógv at siga, og landsliðsvenjarin segði, at teir fóru suður til Gibraltar við øllum amboðunum, sum kundu vera neyðug fyri at vinna.

 

Nú hevur svenski dómarin bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 0-1. Tað vil siga, at málið er rokkið, sum Eyðun Klakstein og hansara menn høvdu, tá ið teir fóru suður á iberisku hálvoynna.

 

Einasta málið skoraði Martin Agnarsson í 68. minutti. Hann varð valdur framum veteranin og liðformannin Viljorm Davidsen, og Martin Agnarsson takkaði fyri. Fleiri royndu seg, og málverjin hálvbjargaði, áðrenn bólturin stakk til Martin Agnarsson, sum á rangstøðumarkinum smekkaði til, og umvegis handara stólpan fór bólturin í málið.

 

-Eg eri takksamur fyri at fáa kjansin millum teir fyrstu ellivu, og so var tað framúr at skora einasta málið og harvið sigursmálið. Vit duga væl at halda okkum til tað, sum var avrátt, og síðstu løtuna høvdu vit ikki trupulleikar, tá ið tað kanska var eitt sindur primitivt, og vit sparkaðu bóltin burtur og royndu at varðveita hann frammi í hornunum, sigur málskjúttin Martin Agnarsson í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum.

 

Úrslitið ber við sær, at Føroyar hava vunnið seks stig ímóti Gibraltar, og nú fara Føroyar og Montenegro, sum Føroyar taptu 1-0 á útivølli ímóti, at spæla um triðja plássið, tá ið Montenegro 9. oktober fer at vitja í Føroyum.

 

-Tað var neyðugt at stríðast fyri tí, men tá ið tað glapp, so vóru vit væl betri enn heimaliðið. Fyrsti tímin var slakasta avrikið í mínari tíð sum landsliðsvenjari. Vit tosaðu um tað í steðginum, at tað sást ov lítið av eldhuga, og tað varð betri síðsta hálva tíman, og tað hjálpti væl, tá ið vit skiftu út, tí konseptið var ikki soleiðis, sum vit høvdu ætlað, at tað skuldi vera, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari við Trónd Arge í Televarpinum.

 

Og havt sigur tú um Martin Agnarsson?

 

-Hann var dagsins maður, og hann hevur ment seg sera nógv, síðani hann fór at spæla við Aarhus Fremad og flutti eina deild upp, sigur Eyðun Klakstein í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpinum.

 

 

 

Gibraltar – Føroyar 0-1 (0-0)

 

0-1: Martin Agnarsson 68.

 

Dómarabólkur úr Svøríki: Mohammed Al-Hakim, Mehmet Culum, Fredrik Klyver og Joakim Östling (4. dómari)

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jann J. Benjaminsen (Jóannes K. Danielsen, 59.), Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (Meinhard E. Olsen, 86.), Géza Dávid Turi (Jákup B. Andreasen, 73.), Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð (Hanus Sørensen, 59.) – Páll A. Klettskarð (Jóan Símun Edmundsson, 59.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitals Mørk, Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Gullbrandur Øregaard, Adrian Justinussen, Noah Mnenéy, Poul Kallsberg

 

Gult kort: Mattias H. Lamhauge

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen