Sjey dystir eru leiktir í HM-undankappingini kring Evropa í kvøld.
Í bólki B stendur illa til hjá Svøríki. Í kvøld taptu svenskarar 0-2 fyri Kosovo á útivølli. Í sama bólki vann Sveis greiðan 3-0 heimasigur á Slovenia.
Aftaná tvey umfør í bólki B er Sveis oddalið við seks stigum. Kosovo hevur trý stig, meðan Svøríki og Slovenia hava eitt stig hvør.
10. oktober verður leikt soleiðis: Svøríki-Sveis og Kosovo-Slovenia.
Í bólki D reisti Danmark seg aftaná 0-0 javnleikin móti Skotlandi í Parkini farna fríggjakvøld. Í Athen vann Danmark ein greiðan og fult uppibornan 3-0 sigur á Grikkalandi. Í sama bólki vann Skotland 2-0 á Belarus.
Aftaná tvey leikumfør í bólki D hava Danmark og Skotland fýra stig hvør. Grikkaland hevur trý stig, meðan Belarus einki stig hevur.
9. oktober verður leikt soleiðis: Belarus-Danmark og Skotland-Grikkaland.
Í bólki I vann Italia í einum sera málríkum dysti í Debrechen í Ungarn 5-4 á Ísrael. Italia økti til 4-2 í 81. minutti. Átta minuttir seinni hevði Ísrael javnað til 4-4. Men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Sandro Tonali sigursmálið til 5-4. Tað ótrúliga var, at tvey av málunum hjá Ísrael vóru sjálvmál. Í annaðkvøld klokkan 19.45 tekur oddaliðið, Noreg móti Moldova á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.
Noreg er fremst í bólkinum við 12 stigum fyri fýra dystir. Italia hevur níggju stig fyri fýra dystir, meðan Ísrael hevur níggju stig fyri fimm dystir. Estland er næstaftast í bólkinum við trimum stigum, meðan Moldova er aftast í bólkinum við ongum stigi. Estland hevur leikt fimm dystir, og Moldova hevur leikt fýra dystir.
11. oktober verður leikt soleiðis: Noreg-Ísrael og Estland-Italia.
Kosovo-Svøríki 2-0 (2-0)
1-0 Elvis Rexhbecaj ('26 )
2-0 Vedat Muriqi ('42 )
Sveis-Slovenia 3-0 (3-0)
1-0 Nico Elvedi ('18 )
2-0 Breel Embolo ('33 )
3-0 Dan Ndoye ('38 )
Grikkaland-Danmark 0-3 (0-1)
0-1 Mikkel Damsgaard ('32 )
0-2 Andreas Christensen ('62 )
0-3 Rasmus Højlund ('81 )
Belarus-Skotland 0-2 (0-1)
0-1 Che Adams ('43 )
0-2 sjálvmál ('65 )
Ísrael-Italia 4-5 (1-1)
1-0 sjálvmál ('16 )
1-1 Moise Kean ('40 )
2-1 Dor Peretz ('52 )
2-2 Moise Kean ('54 )
2-3 Matteo Politano ('59 )
2-4 Giacomo Raspadori ('81 )
3-4 sjálvmál ('87 )
4-4 Dor Peretz ('89 )
4-5 Sandro Tonali ('90 )