Putin ætlar at taka Russland úr tortursáttmála

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur lagt lógaruppskot fyri russiska tjóðartingið um at taka landið úr evropeiska sáttmálanum um fyribyrging av pínu og ómenniskjaligari viðferð.

Vyacheslav Prokofyev/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað vísir ein dátugrunnur hjá tjóðartinginum sambært almennu russisku tíðindastovuni Tass, skrivar Reuters.

Funnist verður at ætlanunum, og tað ger mannarættindaskrivstovan hjá ST, OHCHR, sum hevur kallað sáttmálan fyri ein "grundleggjandi verndarskipan móti misnýtslum í fongslum og øðrum støðum, har fólk verða frádømd sítt frælsi".

Sáttmálin varð samtyktur í 1987 av Evroparáðnum, sum Russland seinni gjørdist limur í.

Men ráðið útihýsti Russlandi í mars 2022 eftir innrásina í Ukraina.

 

Ritzau/Reuters

 

Vyacheslav Prokofyev/Reuters/Ritzau Scanpix